Landsbyggireglugerðin

1. Januar 2017 fingu Føroyar eina landsbyggireglugerð. Byggireglugerðin ásetur reglur og krøv til bygging og bygningar.

Føroyska landsbyggireglugerðin lýsir: byggireglur, lógarkrøv, byggisið, byggiloyvir, ásetingar fyri bygdarløg (býlingar og grannaløg), innrætting av bygningum, konstruktión, brunaviðurskiftið, inniluft, orkunýtslu og innlegging.

Støðið er tikið í ES‐bygginormum, byggireglugerðum og royndum innan byggivinnuna hjá grannalondum okkara, tó við atliti til føroyska veðrið og føroysk viðurskifti sum heild.

Byggireglugerðin skal tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr framtíðarbygging í Føroyum.

Tað er Landsverk, ið umsitur byggireglugerðina.

Landsbyggireglugerðin: Leinkja til Lógarsavnið