Síðan oljuprísurin hækkaði munandi í vár, kostar tað nú bert um ein triðing at "fylla tangan" á einum elbili, samanborið við ein bensinbil.
Elbilar rinda hvørki skrásetingargjald ella vegskatt, og tey, sum keypa ein vetnis- ella elbil, fáa upp til 70.000 krónur aftur í mvg.
Elmotorar hava stórt virkni og brúka umleið ein triðing av orkuni til uppgávuna, samanborið við bensin- og dieselbilar.*
Talvan niðanfyri, tekur støði í einum bensinprísi á kr. 9,50. Í dag, 31. mai, er kostnaðurin fyri ein litur av bensini kr. 14,29
Munandi reinari
Elbilar lata einki vakstrarhúsgass út, tá ið teir koyra, men tvey viðurskifti gera, at CO2-fótafetið ikki er heilt einki. Tey eru: