Elorka í Føroyum verður vunnin úr vindi, vatni og tungolju. Í 2018 framleiddi SEV 49 prosent av elorkuni úr vatn- og vindorku.
Í 2030 skal øll elnýtsla á landi vera úr var-andi orkukeldum. Neyðugt er tí við stórum útbyggingum av varandi orkukeldum, men samstundis skal øll upphiting og flutningur á landi nýta grønar orkukeldur í 2030.
Men tað er eingin orsøk at bíða við at keypa sær elbil, tí sjálvt tá ið orkan er framleidd við tungolju, dálkar ein effektivur elbilur minni enn samsvarandi bensin- og dieselbilar.