Fjarhiti
Fjarhiti í Føroyum er enn á byrjunarstigi. Í dag er tað P/F Fjarhitafelagið, sum SEV og Tórshavnar kommuna eiga, ið veitir brúkarum hita. Talan er um veitingar til Hoyvík og nakað oman móti býnum.
Fjarhitanetið er í støðugari menning og í næstum verður hitaleiðing løgd út móti Marknagili.
Um túsund húsarhald eru knýtt at netinum hjá P/F Fjarhitafelagið í Tórshavn.
Í dag kemur øll orkan frá brennistøðini á Hjalla, el-verkinum hjá SEV á Sundi og frá egnum oljufýrdum ketli.
Hitakeldur
Vekslara- og ketilstøð á Sandvíkarhjalla:
Vekslarar: 2 stk. á 3 MW
Tiltaksketil: 1 stk. á 5 MW
Vekslarastøð á El-verkinum hjá SEV á Sundi:
Vekslarar: 3 stk. á 3 MW
1 stk. á 8 MW
Fjarhitabrúkarar
Í dag eru 1014 brúkarir knýttir at fjarhitaskipanini.
Góð ráð til raksturin
- Køling av returvatninum hevur stóran týdning. Fyri ikki at lata hita fara fyri einki, hevur tað týdning, at vatnið er kølnað, áðrenn tað fer aftur í hitaleiðingina. Spyr fjarhitafelagið eftir hvussu tykkara skipan skal verða stillað.
- Minst til at fáa eftirkannað tína skipan. Eftirlitið skal helst fremjast 2. hvørt ár ella so. Spyr eisini um hvussu skipanin hóskar til teir radiatorar, ið tit hava í húsunum.
- Sjálvvirkandi vekslaraskipan kann eisini seta hitalagið eftir tørvi. Umhugsa tí at fáa sjálvvirkandi skipan til tín vekslara. So tillagar skipanin seg sjálv til kaldari og líggjari veður. Haraftrat kann skipanin lækka hitan um náttina og aðrar tíðir í samdøgrinum, tá tær ikki tørvar so ríkiligt av heitum vatni.
- Orkunýtslan er tengd at atburði - bæði góðum og ringum vanum.