Tað eru ymiskar hitapumpuloysnir á føroyska marknaðinum í løtuni, ið sum útgangsstøði arbeiða á sama hátt. Talan er um:
- Luft-til-luft hitapumpur
- Luft-til-vatn hitapumpur
- Jarðhita
- Sjóhita
Hvussu riggar ein hitapumpa?
Ein hitapumpa riggar á tann hátt, at hitin í náttúruni – tað kann annað-hvørt vera úr luftini, úr jørðini ella úr sjónum – verður nýttur til at hita upp eitt kølievni, sum er í einari afturlatnari skipan. Hendan upphitingin er sum oftast millum 2 og 10 stig, alt eftir hvussu heitt ella kalt umhvørvið er, sum tøknin virkar í.
Síðani verður kølievnið í tí aftur-latnu skipanini sett undir trýst, og stóra trýstið hevur við sær, at køli-evnið verður munandi heitari.
Eftir at trýstið er økt, og hitastigið í dampinum er hækkað nógv, kemur afturlatna skipanin í samband við vatnskipanina ella ein blásara og letur hita til vatnið ella luftina.
Síðani verður trýstið tikið av aftur kølievninum, og ringrásin melur eina ferð afturat.
COP-faktorurin
Elorka verður nýtt til kompressaran, sum setir kølievnið undir trýst. Alt eftir, hvussu heit luftin, jørðin ella sjógvurin er, og hvussu heita brúkarin vil hava inniluftina ella tað heita vatnið at vera, er tað so, at orkan, sum verður latin inn í húsini, er tvær til fimm ferðir størri enn elorkan, sum verður nýtt til at seta kølievnið undir trýst. Lutfallið millum orkuna, sum hitapumpan letur til upphiting og heitt vatn, og latna elorku verður nevnt "Coefficient of Performance" ella COP- faktorurin.
COP-faktorurin er fyrst og fremst tongdur at, hvussu nógvur hitin er, sum kemur inn í skipanina, og sum skal latast inn í húsini.
Tað merkir, at um jørðin er heit í jarðhitaskipanini, og húsini hava gólvhita, har hitin í vatninum ikki nýtist at verða meira enn 25 stig, so hevur skipanin ein hægri COP-faktor.
Hinvegin merkir tað eisini, at um luftin er køld úti, og húsini einans verða hitað við radiatorum, sum krevja høgt hitastig – kanska 50 stig – so verður COP-faktorurin lægri.
Luft-til-luft hitapumpur
Ein luft-til-luft hitapumpuskipan riggar á tann hátt, at ein partur av skipanini er uttan fyri húsini, har hitin í luftini hitar upp kølievnið inni í skipanini. Síðani verður kølievnið sett undir trýst, tað gerst heitari, og síðani rennur køli-evnið fram við einum blásara, sum sendir heita luft inn í rúmið, har tann innari parturin av skipanini er uppsettur. Luft-til-luft hitapumpur kunnu eisini hava skipanir, sum reinsa luftina fyri bæði fukt, blámusopp og onnur evni í luftini.
Luft-til-luft skipanir rigga væl at hita einstøk rúm, stór ella smá, tí hitin verður jú blástur inn í húsið einastaðni, har inniparturin av skipanini er settur. Luft-til-luft hitapumpur verða oftast brúktar at hita einstøk rúm í húsum ella bygningum, sum hava aðra hitaskipan frammanundan.
Luft-til-luft skipanir kunnu ikki hita vatnið í krananum upp, og tískil er neyðugt við eini aðrari skipan til brúksvatnið.
Luft-til-luft hitapumpur kunnu larma bæði inni og uttanfyri. Tað kann serliga vera ein trupulleiki við teimum bíligastu luft-til-luft skipanunum. Tískil er skilagott at sleppa at royna skipanina, áðrenn keypt verður.
Neyðugt er sjálvsagt eisini at hugsa um grannar, tá ið hugsað verður um at keypa eina luft-til-luft skipan, soleiðis at útiparturin verður settur, har hann ikki órógvar onnur.
Haldføri
Neyðugt er at hugsa um, at hitapumpan tolir føroyska veðurlagið. Føroysku veitararnir av hitapumpuskipanum hava gjørt sær góðar royndir og vunnið sær holla vitan um ymsu hitapumpuskipanirnar. Haldføri skal avgjørt vera ein partur av kanningararbeiðnum, áðrenn avgerð verður tikin um, hvør hitapumpuloysn skal veljast.
Luft-til-vatn hitapumpur
Ein luft-til-vatn hitapumpuskipan brúkar hitan í luftini til at framleiða heitt vatn og hita inni í húsunum. Tískil kann ein luft-til-vatn hitapumpa verða einasta hitaskipan í húsinum.
Luft-til-vatn hitapumpur hava ein part uttan fyri húsini og ein part inni í húsinum. Uttari parturin er ein stór vifta, ið dregur hitan inn í hitapumpuna, sum er knýtt at hitaskipanini í húsinum, har heitt vatn fæst bæði í kranarnar og í radiatorarnar ella gólvhitan.
Luft-til-vatn hitapumpur rigga sum útgangsstøði best við hitaskipanum, har tørvur ikki er á, at vatnið í skipanini er alt ov heitt. Hetta kemst av, at virknið í skipanini minkar 2-3% fyri hvørt stig, sum hitin í vatninum veksur. Tað hevur tískil stóran týdning fyri skipanina, at vatnið, sum rennur í rørunum, er 25 til 30 stig út í gólvhitaskipanir heldur enn 50 stig, sum rennur út í smærri radiatorar.
Hitapumpur hava torført við at hita vatnið heitari enn 55 stig, so tískil er neyðugt at umhugsa annaðhvørt at leggja um til gólvhita ella størri radiatorar, sum kunnu hita líka nógv við lægri hitastigi. Summi hús hava ov smáar radiatorar og eru ov illa bjálvað til, at tað loysir seg at leggja um til luft-til-vatn skipanir.
Á sama hátt sum við luft-til-luft hitapumpum er eisini neyðugt at hugsa um, hvar útiparturin í eini luft-til-vatn skipan verður settur. Skipanin hoyrist – kanska serliga tá ið hon avrímar. Sum oftast hoyrist skipanin ikki, tá ið vindeygu og hurðar eru aftur, men tað kann gerast órógvandi, um hon stendur, har tú vanliga helst vilt hava frið uttanfyri.
Jarðhiti
Ein jarðhitaskipan fær hitan, sum skal brúkast til hitapumpuna í jarðhitaskipanini, úr 100 til 300 metra djúpum boriholum ella úr slangum, sum eru lagdar vatnrætt einar 80 cm niðri í jørðini. Fyrimunirnir við jarðhitaskipanum eru millum annað, at hitin í jørðini er støðugari og eitt vet heitari í miðal, og harafturat er eingin sjónligur útipartur.
So hvørt sum jarðhiti er vorðin alt vanligari tøkni í Føroyum, eru fyrimunirnir við jarðhita kanska vorðnir uppaftur eyðsýndari. Tey flestu, sum leggja um til jarðhita, klára seg við einum boriholi.
COP-faktorurin í jarðhitaskipanum er væl hægri enn í luft-til-vatn skipanum, og tískil verður streymnýtslan væl minni. Munurin liggur millum 1000 og 3000 KWh um árið alt eftir orkunýtsluni í húsunum.
Jarðhitaskipanirnar hava ongan útipart, og tískil slepst undan bæði larmi og sliti av veðrinum. Jarðhitaskipanirnar hava víst seg at halda umleið 5-10 ár longur enn luft-til-vatn skipanirnar.
Prísmunurin er minkaður. Ein luft-til-vatn skipan kostar umleið 100.000 krónur við mvg, og jarðhitaskipanirnar liggja um 150.000 krónur við mvg. Prísirnir uttan mvg eru sostatt umleið 80.000 krónur fyri luft-til-vatn og 120.000 krónur fyri jarðhitaskipan.
Hóast fleiri fyrimunir eru við jarðhitaskipanum, so loysir tað seg tó at hugsa seg um. Er tørvur á fleiri holum, verður íløgan størri, og í ávísum førum kann tað ivaleyst loysa seg at velja luft-til-vatn hitapumpu ella ventilatións-hitapumpu ístaðin.
Ventilatiónshitapumpur
Í tøttum vælbjálvaðum húsum, sum hava lítlan orkutørv, ber til at nøkta tørvin av hita til upphiting og heitt vatn við ventilatiónshitapumpu, sum er eitt slag av luft-til-vatn hitapumpu.
Ventilatiónshitapumpan tekur hitan úr brúktu inniluftini við at køla luftina heilt nógv, áðrenn hon verður latin út. Hitin verður síðani goymdur í vanligari heitvatnsskipan til gólvhita, radiatorar og heitt vatn.
Fyrimunur við hesi hitaskipan er, eins og við jarðhita, at eingin útipartur er, og tí er onki slit av veðri. Skipanin er nakað dýrari enn vanlig luft-til-vatn hitaskipan, men bíligari enn jarðhita-skipan. COP-faktorurin er sum við luft-til-vatn hitaskipanum og lægri enn við jarðhitaskipanum.
Sjóhitapumpur
Fleiri sjóhitaskipanir eru í Føroyum. Fyri at fáa hitan úr sjónum er neyðugt at gera sjógvinntak og hitavekslara. Hetta er umfatandi inntriv og loysir seg tí best til størri skipanir, eitt nú til stórar bygningar ella til smærri ella størri fjarhitaskipanir.
Væntandi fara vit at síggja enn fleiri slíkar skipanir í framtíðini.
Vit hava valt at vísa til myndugleikar og stovnar, ið hava lógir, standardir og reglugerðir, ið líkjast okkara. Tí beina vit teg til nakrar av hesum, ikki bara fyri at tú skalt fáa granskaða og sakliga kunning, men eisini tí at tú kanst draga nyttu úr teirra royndum.
Tú ert altíð vælkomin at venda tær til Orkudeildina á Umhvørvisstovuni um góð og óheft ráð: Ring 342400 ella send okkum ein teldupost á us@us.fo
Fyri at finna eina hóskandi orkuskipan til júst tín bústað, eigur tú at venda tær ein orkuveitara. Føroyskar veitarar av hitapumpum finnur tú niðast á forsíðuni undir veitarar av orkuskipanum.