Sjóvarfalsorka

Havorka er ein varandi orkukelda, har orka kann vinnast úr streymi og aldu. Tað merkir at "brennievnið" er bæði ótømandi og ókeypis. Tey ymisku sløgini av havorku hava eisini lítið og einki árin á umhvørvið.

 

Nýggjar tøknir við stórum møguleikum

Granskarar og verkfrøðingar arbeiða av grimd við at menna tøkniligar loysnir, ið kunnu umskapa orkuna í havinum til elorku. Sjálvt um nýggju tøknirnar hava stórar møguleikar, er menningin ikki enn komin nógv langt til at vit kunnu siga nakað um framtíðar týdningin av havorku.

Alduorka og sjóvarfalsorka

Tá ræður um alduorku er mesta granskingin í Europa, farin fram í Bretlandi. Enn er granskingin á byrjanarstigi, men ávís frambrot eru og EU hevur sett ferð á fleiri granskingarverkætlanir til tess at birta undir gongdina.

Sjóvarfalsorka, ið tekur støði í bæði ráki og flóð og fjøru, er sera støðug orka og harvið løtt at ætla um. Í fraklandi hevur verið granskað á økinum síðan í sektiárunum, men enn er ilt at siga hvussu tøknin virkar í størri samanhangum. Størsta avmarkingin fyri sjóvarfalsorku er helst, at bert fá pláss eru egnað til orkuverk.