Vatnorka

Á vatnorkuøkinum er tað SEV, ið hevur ment økið í Føroyum. Vatnorka er at gera nýtslu av tí mátti, vatnið inniheldur - støðuorka. Mátturin, ið vatnið kann fremja, er tongdur at hæddini, haðani tað verður tikið. Skulu vit framleiða 1 kWh, mugu vit lata 1.000 litrar av vatni renna úr 367 metra hædd ígjøgnum eina maskinu, ið broytir tað til ravmagn. Tá er tap á leiðini hjá vatninum og í maskinuni ikki íroknað, men tí slepst ikki undan. Hægri vit taka vatni, minni vatnnøgd skal til fyri at framleiða hvønn kWh. Størri vatnnøgd krevst, lægri vit taka vatnið.
 
Hesin mátturin í vatni og tørvurin á framkomnum elriknum tólum var hugsjónin aftan fyri stovnanina av felagskapinum SEV, ið varð stovnaður í 1946. Treyðugt so, vatnorka hevur verið nýtt í Føroyum áður. Í flest øllum bygdum hevur óivað verið ein vatnmylla, har kornið varð malið. Enn eru nakrar teirra til skjals, og eisini hava verið nakrar verksmiðjur, ið hava nýtt vatn til at fáa vinnutólini til at mala.
 
Tvey vatnorkuverk vórðu bygd, áðrenn SEV byrjaði. Vágs Kommuna bygdi vatnorkuverk í Botni í 1921, ið frammleiddi ravmagn til Vágs. Klaksvíkar Kommuna bygdi vatnorkuverk norðuri á Strond í 1931, ið frammleiddi ravmagn til Klaksvíkar.
 
Í dag eru hesi bæði verk nógv broytt og vorðin partur av SEV. SEV hevur bygt trý vatnorkuverk í Vestmanna og eitt sunnanfyri Eiði.
 
Øll hesi verk tilsamans framleiða umleið 40% av framleiðsluni hjá SEV tilsamans.