Brint ella vetni, sum er føroyska heitið, er ein munagóður orkuberi. El frá t.d. einari vindmyllu kann brúkast til at framleiða vetni.
Vetni kann goymast, meðan el skal brúkast í somu løtu, sum tað verður framleitt. Vetni kann sostatt brúkast til at goyma orkuna til hon skal brúkast t.d. við at brenna vetni í einari gassturbinu ella umseta tað í einari brennikyknu.
Ein brennikykna umsetur vetni til el uttan nakra dálking, tí tær hava bara eittans spillevnið - vatn.
Tí verður vetni mett sum sera umhvørvisvinarligt í yvirskipaðu orkuframleiðsluni við teirri fortreyt, at vetni verður framleitt út varandi orkukeldum sum t.d. vindorku.
Menningin er stór á vetnisøkinum og komandi tíðina, fara vit at síggja munandi frambrot á økinum.