Vindorka

Vindur er seinastu árini vorðin ein týdningarmikil orkukelda til framleiðslu av elorku, og er áhugin fyri vindorku vaksin serliga, av tí orsøk at oljan alsamt gerst dýrari og dýrari.


Tað eru ymiskir hættir at gagnnýta vindin, og eru vindmyllur ein háttur, ið alsamt vindur uppá seg at gera nyttu av vindinum til orkuframleiðslu. Uppbygnaðurin av eini vindmyllu er sera einfaldur. Í stuttum kann sigast, at vindurin fær veingirnar at mæla, sum síðani eru settir til ein generator, ið framleiðir elorku. Tað er ein sera stór menning farin fram innan vindorkutøkni seinnu árini, og eru tað í dag fleiri ymiskir hættir og ymiskir útbúnaðir í vindmyllum. 


Hóast tað í Føroyum er vindur í ríkiligt mát, er tað tó ein stór avbjóðing at fáa allan vindin til høldar í elskipanini, serliga tí at vindurin er so skiftandi, bæði hvat viðvíkur ætt og styrki. 

SEV

SEV hevur ætlanir um, at vindur skal, innan heilt stutta tíð, standa fyri meira enn einum fjórðingi av samlaðu elorkuframleiðsluni í Føroyum. Higartil hevur SEV sett upp vindmyllur í Neshaga og í Húsahaga.

Røkt Pf.

Røkt Pf. ....