Landstýrismaðurin í vinnumálum fekk í februar 2015 handað frágreiðing um framtíðar ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum í Føroyum.
Umboð frá Jarðfeingi, SEV og Vinnumálaráðnum hava mannað arbeiðsbólkin, og ein stýrisbólkur við umboðum frá Kommunufelagnum og Vinnumálaráðnum hevur havt eftirlit við arbeiðinum.
Arbeiðsbólkurin varð settur at viðgera, hvussu bygnaðurin og ognarskapurin á elorkuøkinum skal skipast framyvir. Tað var tó ikki gjørligt hjá arbeiðsbólkinum at koma til semju um felags tilmæli.
Frágreiðingin er at finna her