Yvirskipaða málið við orku- og elveitingarpolitikkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.
Aðalmálið er, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størri mun nýta varandi orkukeldur, eins og umráðandi er, at Føroyar sjálvar hava ræðið á hesum so týðandi luti, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.
Ferð á grøna orku
Samgongan hevur sett sær glæsilig mál á orkuøkinum. Í samgonguskjalinum frá 14. september 2015 stendur soleiðis:
Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku.
Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.
Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og –umlegging gerast fyri eldri bygningar.
Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo og Jarðfeingi www.jf.fo