Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroyar í 2030

Í dag varð frágreiðingin, “Orkupolitisk ætlan – hvussu vit røkka málunum fram til 2025 og 2030”, handað landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg. Í frágreiðingini vísir arbeiðsbólkur á, hvussu til ber at røkka málunum, ið samgongan hevur sett.

Stórar útbyggingar neyðugar
Arbeiðsbólkurin kann staðfesta, at ávís ferð er komin á grøna orkuskiftið, og at politisku átøkini at skunda undir grøna umskiftið hava havt ávísa effekt. Eisini eru ítøkiligar ætlanir um stórar vindorkuútbyggingar næstu tvey árini, sum í hvussu er fer at trífalda máttin av vindorku í Føroyum.

Hesar útbyggingar eru bara tær fyrstu av fleiri útbyggingum. Arbeiðsbólkurin metir, at øll tann grøna framleiðslan skal vaksa úr 170 í 600 GWt/ár komandi 12 árini til 2030.

Tað krevur stórar útbyggingar av serliga vindorku og sólorku, sum sambært nýggjari kanning eru bíligastu loysnir at røkka málinum um 100 prosent grøna elframleiðslu. Samstundis skulu battarí- og pumpuskipanir gerast.   

Hóast hesar útbyggingar, so eru útlit fyri lægri elprísum frameftir.

Mugu eggja fólki enn meira til at velja grønar loysnir
Eitt annað stórt tak sambært arbeiðsbólkinum verður at fáa vanliga føroyingin at velja grønar loysnir. Eitt av málunum í samgonguskjalinum er, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025.

Í dag hava 2.000 av 18.000 sethúsum hitapumpu ella fjarhita til upphiting. Politisku átøkini, sum longu eru framd, gera mun, men neyðugt er við enn fleiri átøkum, og mælir arbeiðsbólkurin til at seta forboð fyri at seta oljufýr upp í nýggjum húsum frá 2020. Í 2021 kunnu nýggj oljufýr sum høvuðsregla ikki setast upp fyri gomul.

Eisini eigur ætlanin at differentiera elprísir at verða framd soleiðis, at eitt nú streymur til hitapumpur og elbilar verður bíligari. Somuleiðis skal meira skal gerast burturúr at kunna og ráðgeva um grønar hitaskipanir.

 

Orkupolitiska ætlanin kann lesast her

Í arbeiðsbólkinum sótu Petur Joensen, formaður, Niels Winther, Terji Nielsen, Kári M. Mortensen, Jóhannes Pauli Poulsen, Tommy Petersen og Fróði Jacobsen. 

Turid Arge, aðalstjóri, var forkvinna í stýrisbólkinum