17. januar 2019

Átøk innan orkuskiftið

Tað verður javnan spurt um átøk og avgjøld viðvíkjandi ymiskum grønum loysnum.

Í skrivandi stund eru hesi átøk í gongd og ávegis:

  • Hitapumpur eru frítiknar fyri mvg fram til 1. Januar 2020

 

  • Elbilar og vetnisbilar eru frítiknir fyri virðisgjald/vektgjald og CO2 gjald/vektgjald fram til 1. Januar 2021

 

  • Ymiskir elprísir fyri streym til  hitapumpur og elbilar. Skipanin við treytum, mannagongdum, prísum osfr. verður væntandi klár í mars mánaða

 

  • Arbeitt verður við lógaruppskoti um mvg frítøku fyri sólorkuverk