20. juli 2021

Í 2020 var orkunýtslan í Føroyum 3819 GWh

Av hesum somu 3819 GWh, vóru 91,1 % framleiddir úr olju. Í mun til 2019 er talan um ein vøkstur í orkunýtslu á 5,2%.

Kelda: Orkudeildin á Umhvørvisstovuni

Orkuframleiðsla

Vit brúktu gott 300.000 tons av olju at framleiða 3492 GWh av orku. Vatn og vindur framleiddu einans 156,1 GWh.

Í 2020 byrjaði biogassverkið hjá Førka at framleiða el og hita, og nýggja vindmyllulundin hjá SEV í Porkeri byrjaði streymframleiðslu. Biogassverkið væntast at framleiða 6-10 GWh av elorku og 6-10 GWh av hita um árið, meðan vindmyllulundin fer at framleiða um 20 GWh av elorku um árið.

 

Orkunýtsla

Oljunýtslan á sjónum var 137.703 tons og oljunýtslan á landi var 163.269 tons. Vert er at leggja til merkis stóra tapið av orku, serliga í sambandi við streymframleiðslu. Orkutapini á sjónum, í flutningi, ídnaði og í upphiting eru eisini stór, men tey eru ikki víst her.


Orkuskiftið

Føroyar hava stórar ætlanir um at gerast meiri óheft av útlendskari orkuveiting, at framleiða orku burðardygt og at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Hetta orkuskiftið er í gongd. Í næstum verða fleiri stórar vindmyllulundir settar upp, fleiri bygningar og sethús skifta til hitapumpur, og talið av elbilum er alsamt vaksandi.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til okkara uppgerð av orkurenslinum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna.