Kelda: Magn
Týdningarmesta stigið er tað politiska stigið, at avgerð verður tikin um at lata elmarknaðin upp. Tað merkir, at SEV skal loyva øðrum at framleiða streym inn á netið hjá SEV. Nýggir framleiðarar skulu sjálvsagt rinda eitt netgjald fyri hetta.
Men tað gevur lítla meining, at nýggir aktørar bara sleppa at framleiða streym og selja hann til SEV, sum síðani selur hann víðari við vinningi. Tað ger ikki streymin bíligari hjá endabrúkarunum, og ein slík skipan er eisini ein forðing fyri, at nýggir framleiðarar kunnu selja heildarloysnir, eitt nú grønar upphitingarloysnir, til hóskandi prísir.
Tí er tað ein avgerandi partur av einari liberalisering av elnetinum, at nýggir framleiðarar sleppa at selja streymin beinleiðis til brúkaran.
Í síni grein vísir Hákun Djurhuus á, at Magn og onnur hava høvi at bjóða, tá SEV bjóðar vindorkuframleiðslu út. Ja, gaman í, men við verandi skipan snúgva útboðini seg útilokandi um framleiðslu av el til bara ein keypara, nevniliga SEV, sum síðani selur streymin víðari til síni viðskiftafólk við vinningi.
Á Magn hava vit alla tíðin hildið, at SEV skal eiga og reka netið, eisini eftir eina liberalisering. Tí SEV hevur veitingarskylduna og skal framhaldandi hava hana, og tí at SEV hevur tøkniligu ekspertisuna og styrkina at halda og útbyggja netið og tryggja, at elskipanin altíð er í javnvág – tað er, at streymgóðskan er í lagi við tað, at veitingin er støðug og uttan stór sveiggj í máttinum.
Men netið má loysast frá øllum øðrum virksemi hjá SEV og leggjast í eina sjálvstøðuga eind, eitt netfelag. Hetta fyri at tryggja, at framleiðslan hjá SEV ikki fær kappingarfyrimunir fram um nýggjar framleiðarar.
SEV hevur longu tríbýtt elskipanina í framleiðslu, net og brúkarar og hevur gjørt sonevndar grid code, íbindingartreytir, fyri framleiðslueindir størri enn 11 kW, fyri framleiðslueindir minni enn 11 kW, og fyri brúkararnar.
Hesar íbindingartreytirnar eru gjørdar fyri tryggja javnvágina í elskipanini, og merkja, at tað longu nú er møguligt hjá nýggjum framleiðarum at brúka netið hjá SEV, uttan at tað gongur út yvir góðskuna á elveitingini.
Tað eru ikki rakettvísundi at lata elnetið upp fyri kapping. Tað er bara at taka avgerðina og gera tað.
Tá verða fleiri herðar at lyfta stóru uppgávuna at flyta okkum frá svartari til grøna orku innan tíðarkarmin, sum samgongan hevur sett sær.
Fyri brúkaran merkir liberaliseringin bíligari streym og gjøgnumskygdar prísir, har tað ber til at samanbera prísirnar hjá teimum ymisku framleiðarunum.
Alt samfelagið fær gagn av bíligari streymi, og ein liberalisering fer harumframt at elva til størri nýskapan, uppaftur størri framleiðslu úr varandi orkukeldum, størri virksemi og virðisskapan í elveitingarvinnuni og øktan tørv á vælútbúnari arbeiðsmegi.
Finn Jakobsen
tekniskur stjóri, Magn