Orkuskiftið/Heinesen Myndir
Landsjúkrahúsið hevur verið undir umbygging seinastu nógvu árini, og tann seinasta útbyggingin er nýggi H-bygningurin. Hesin hevur nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.
Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjarsentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar og bygningurin væntast at verða tikin í nýtslu komandi til ársskifti.
Tað er ráðgevarasamtakið FAERPORT II, sum SMJ er partur av, ið hevur verið ráðgevi hjá Landsverki í sambandi við at íverkseta byggiverkætlanina. SMJ hevur ráðgivið og projekterað allar teknisku skipanirnar og í hesum hevur SMJ projekterað eina fullfíggjaða, grøna orkuskipan til bygningin. Teknisku innleggingarnar eru projekteraðar til at nøkta allan tørv til sjúkuviðgerðir og rakstur av bygninginum.
Tað er Anton Arge, frá orku- og umhvørvisdeildini í SMJ, ið hevur havt ábyrgdina av HVS verkætlanini. Landsverk er byggiharri og Demich hevur staðið fyri installatiónini. Anton Arge vísti okkum runt í tekniska hjartanum á bygninginum og greiddi frá grønu orkuskipanini.
-At byggja sjúkrahús er helst nakað av tí mest torgreidda, og tað hevur eisini verið í hesum føri sigur Anton Arge.
Sjóhitaskipanin er skipað við pumpuhúsi í fjøruni við 6 sjógvpumpum. Allar koyra ikki í senn, men tá talan er um sjúkrahús, má bygningurin ikki kølna og tí eru altíð nakrar pumpur tøkar sum back-up, um okkurt hendir, sigur Anton Arge.
Sjógvur í Føroyum er sera væl egnaður til sjóhitaskipanir, tí hitin í sjónum liggur støðugt millum 6 og 11 stig alt árið. Virknaðarstigið er høgt og sjóhiti er bæði burðardyggur og samstundis eisini álítandi. Sjóhitaskipanin hevur eitt orkumát á 1.500 kW.
Raksturin av køliskipanum til tøknirúm og stórkøkin, er hugsaður endurvinnandi, tí hitin, sum kemur frá kølingini, verður brúktur til upphiting av hitaverkinum og heita vatninum. Soleiðis verður orkan endurvunnin.
Tann burðardygga hitapumpuskipanin er uppbygd við 14 hitapumpum og hevur eisini akkumuleringstanga, sum er ein goymslutangi, ið rúmar 50m³ av heitum vatni. Endamálið við goymslutanganum er at goyma hita frá orkuframleiðsluni um náttina, til nýtslu um dagin.
Bygningurin hevur eisini eina sonevnda BMS skipan (Building Management System), sum er ein skipan, ið stýrir allari elektriskari og mekaniskari útgerð, so orkunýslan er minst møgulig.
Í næstum verður bygningurin avhendaður til byggiharran og Anton Arge sigur, at tey á SMJ eru ikki sørt errin av verkinum, sum man vera eitt hitt mest framkomna víða um á okkara leiðum.