Tað merkir, at ein íløga í grøna hitaskipan, verður 20 prosent bíligari enn áður. Er talan um eina jarðhitaskipan fyri t.d. 150.000 krónur, verður hon 30.000 krónur bíligari.
Galdandi í trý ár
Frítøkan av mvg er galdandi fyri hitapumpuskipanir, ið vóru klárar at taka í nýtslu 1. januar í ár. Skipanin við frítøku av mvg, fer at verða i gildi til 31. mars 2020. Tá er seinasta freist at lata TAKS umsókn um at fáa mvgið endurgoldið.