16. januar 2019

Elframleiðsla og nýtsla í 2018

Góðu tíðirnar síggjast aftur í elframleiðsluni og elnýtsluni. Hóast lutfallið millum fossila og grøna orku kvinkaði eitt vet skeiva vegin, megnaði elframleiðslan at halda tørn við vøksturinum.

Kelda: Umhvørvisstovan

Elframleiðsla

Myndin omanfyri vísir, at aftur í 2018 er samlaða elframleiðslan nógv vaksin, heili 5% í mun til 2017, og er nú 352 GWh.

Seinastu trý árini hevur grøni parturin verið um 50%, men minkandi til 49% í 2018. Grundin til hesa minking er alsamt vaksandi nýtsla, uttan at nýggj grøn framleiðsla er komin. Nevnast kann eisini at samlaði maksimali mátturin fyri alt Føroyar í 2018 kom upp á 68,2 MW, sum er um 10% meiri enn í 2017.

 

Vindorka 

Samlaða framleiðslan úr vindi var 63,8 GWh, sum er væl meiri enn undanfarin ár. Hetta er fyrst og fremst orsakað av, at SEV hevur megnað at fáa støðugt meiri av vindorkuni í Húsahaga til høldar. Framleiðslubýtið var 90% frá lundunum hjá SEV í Húsahaga og Neshaga og 10% frá lundini hjá Røkt á Mýrunum.

 

Vatnorka 

Samlaða framleiðslan úr vatni var 108,1 GWh, sum er á sama støði sum undanfarnu tvey árini. Sum tað sæst vóru góð 3% av framleiðsluni í Suðuroy.

 

Termisk orka

Samlaða framleiðslan úr olju var 179,9 GWh, sum er nærum 10% meir enn í 2017. Sundsverkið stóð fyri 85,8%, Vágsverkið fyri 13,9% og smáu verkini fyri 0,3 % av termisku framleiðsluni.