Fíggjarnevndin sigur:
‘El-bilar fáa sína orku frá SEV. Og tá SEV framleiðir meiri svarta orku nú enn nakrantíð, merkir tað, at fyri hvønn nýggjan el-bil, sum kemur á marknaðin, má meiri svørt orka framleiðast.’
Tað er ikki rætt, at økta elnýtslan orsakað av elbilum (og hitapumpum) verður gjørd úr olju á Sundi.
Elframleiðslan í meginøkinum vaks 8,9% í 2017 og 5,3% í 2018. Frá 2016 til 2018 vaks framleiðsla úr olju 21,8%, men framleiðlsa úr vindi vaks 22,4%. Fleiri vindmyllulundir eru á veg, so elframleiðslan verður enn ‘grønari’ tey næstu árni. Í 2018 var elframleiðslan góð 52% ‘grøn’.
Víðari sigur Fíggjarnevndin:
‘Hybrid-bilar framleiða el-orku undir koyring. Tann orkan er 100% grøn og er ikki tengd at framleiðsluni hjá SEV. Tí eru hybrid-bilar grønari enn el-bilar, so leingi sum framleiðslan av el-orku ikki verður grønari’
Elorka, sum hybridbilur framleiður, kemur sjálvsagt úr brennievninum bilurin brennur og kann tí ongantíð blíva 100% grøn. Undanbrekku kann nakað av brennievninum fáast aftur sum elorka. Tá talt verður saman vinnur elbilurin tó væl og virðiliga á bæði hybridbilum og effektivum fossilbilum, sí frágreiðing á heimasíðu hjá Danmarks Naturfredningsforening:
Sambært hesi frágreiðing hava plugin hybridbilar størri útlát av CO2 enn effektivir dieselbilar. Elbilar hava bert helvtar útlát.
Niðurstøðan er tí, at ein, sum keypur benzin/diesel bil ella hybridbil, dálkar nógv meira tey næstu árini, enn ein sum keypur elbil.
Bjarti Thomsen, ORKA