15. januar 2018
Enn ein góðkendur hitapumpuveitari til jarðhitaskipanir
Sambært lóg og kunngerð um hitapumpuskipanir, skal veitari góðkennast til m.a. uppseting og eftirlit av hitapumpuskipanum. Hetta er sjálvsagt fyri at tryggja at førleikar og arbeiðsuppgávur møtast á so tryggum góðskustigi sum til ber.
Nýggjasti veitarin, ið hevur fingið góðkenning er Renovent, ið hevur høvuðssæti í Hósvík.
Sp/f RenoVent
Bryggjan 1
FO-420 Hósvík
Telefon: 661100