Kelda: Kvf.fo
Tey, sum keypa sær ein bil, sum brúkar streym ella vetni í staðin fyri bensin ella diesel, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur úr landskassanum, tó í mesti lagi 70.000 kr.
Tað sigur ein broyting í lógini um meirvirðisgjald, sum er á veg.
70.000 kr. í meirvirðisgjaldi svarar til, at bilurin kostar 350.000 kr. við meirvirðisgjaldi.
Prísurin fyri bilin verður tí 280.000 kr.
Galdandi í tvey ár
Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.januar í ár, og hon verður galdandi í tvey ár.
Frammanundan sleppa fólk undan at gjalda skrásetingargjald og vegskatt fyri elbilar og vetnisbilar.
Landsstýrið kemur í næstum við lógaruppskoti um at loyva SEV, ella elveitara, at selja streym bíligari um náttina. Tá verður bíligari at løða bilin um náttina.