Kelda: fjarhiti.fo
Fjarhitafelagið hevur fingið støðugt fleiri brúkarar, sum árini eru gingin. Í 2000 hevði felagið 347 brúkarar, og í dag eru teir 1.100. Brúkararnir eru í Hoyvíkshaganum, Blómubrekku, Berjabrekku, Gundadali og á Hjalla. Fjarhitakervið verður nógv útbygt í løtuni. Síðan februar 2017 eru fjarhitarør løgd oman ígjøgnum Villingardal, og hildið hevur verið fram at leggja rør oman ígjøgnum Gundadal.
Fyribils fjarhitastøðin í Gundadali, sum m.a. hevur latið hita til BankNordik, ítróttahøllina og FSF-húsið, verður nú avloyst við orku frá brennistøðini.
Hildið verður áfram oman gjøgnum býin við fjarhitaleiðingini. Komandi ár kunnu Finsen, SMS, nýggja politistøðin í Húsagøtu, svimjihøllin og aðrir stórir bygningar knýta seg í fjarhitakervið.