Kelda: Umhvørvisstovan
Tey høvdu havt eina lítla oljufýring við hitavekslara, síðani húsini vóru bygd í 1999. Men tá so kaminan skuldi reparerast og aðrar umvælingar nærkaðust, avgjørdu tey at skifta til eina grøna hitaloysn.
Avgerðin fall á eina luft til vatn hitaskipan, tí tey hildu at tað var ein ov stór íløga at skifta til jarðhita. Við øllum kostaði Vaillant skipanin umleið 90.000 krónur.
- Luft til vatn skipanir eru eitt sera gott og væl bíligari alternativ til jarðhita, vísur Áki Mortensen frá Hiti á.
Thomas Kjelnæs greiður nærri frá um skipanina í videobrotinum.