Kelda: Umhvørvisstovan/Bjarti Thomsen
Higartil hava vit bert kunna víst sólorkuskipanina hjá Tannlæknamiðstøðini, men vit arbeiða við at vísa fleiri skipanir á forsíðuni á os.fo.
Royndarskipanir eru settar upp á Umhvørvisstovuni á Argjum og á Vinnuháskúlanum við Nóatún.
Framleiðsla frá sólpanel á Umhvørvisstovuni kann síggjast á: http://88.85.57.158:8080 (lokalur servari, her sæst framleiðsa beint nú og samanteljing) og
https://www.solarweb.com/Home/GuestLogOn?pvSystemid=79b4f7e9-1e5f-4d90-a3aa-3d84737cb7c7
(Fronius heimasíða, her síggjast fleiri upplýsingar. Far td. til Analyse/Historik og vel Apparat (Symo) og Kanaler Effekt MPP1 og MPP2, so sæst framleiðsla fyri mono og poly hvørt sær. Mono gevur í flestu førum eitt lítið sindur meir)
Vinnuháskúlin (VH) 31,5m2: http://vh.fo/default.asp?menu=314
Sólorkupanelini á Vinnuháskúlanum venda í sunnan (optimalt), Tonn 40 gradir eystanfyri sunnan og Umhvørvisstovan 39 gradir vestanfyri sunnan. Tonn hevur havt onkran feil, so framleiðslan eigur at verða nakað størri.
Eg havi samanborið øll 3 sólpanelini hvønn mánaða, VH 2008-09, hini 2018, sí talvu niðanfyri.
Niðanfyri eru mynd, sum vísur hvussu nógv sólskipanin hevur framleitt í mun til elnýtslunua á US.
Sólorka ger lítlan og ongan um veturin, men spennandi verður at síggja, hvønn mun sólorka ger í maj-juni, sum eru bestu mánaðir við sólorku.