Kelda: Umhvørvisstovan
Elframleiðslan í Føroyum fór í 2020 upp um 400 gigawatttímar (GWh) og er nú 404,9 GWh. Hetta er ein vøkstur uppá 5,3% í mun til 2019.
Samstundis hava vindmyllurnar givið minni enn undanfarin ár, hetta serliga orsakað av brekum í Enercon-myllunum í Neshaga og Húsahaga. Vatnorkuárið hevur verið miðalgott.
Úrslitið í grøna roknistykkinum er tí svartari fyri 2020 enn undanfarin ár.
Framleiðslan úr olju var heilar 249,4 GWh og nógv tann størsta nakrantíð. SEV hevur í 2020 brúkt umleið 52.000 tons av olju.
Økta nýtslan í 2020 er ikki nakað eindømi – hyggja vit at seinastu 5 árunum, er elframleiðslan vaksin hvørt ár og oljunýtslan eisini. Av tí at nærum ongar útbyggingar av varandi orkuframleiðslu hava verið í tíðarskeiðnum, er tað oljan, sum er nýtt at nøkta økta eftirspurningin.
Nú koma vindmyllulundirnar
Men útlit eru fyri, at oljunýtslan fer at minka munandi komandi árini.
Tríggjar nýggjar grønar orkuframleiðslur eru farnar í gongd í 2020. Vindmyllulundin hjá SEV í Porkerishaganum, sum fer at framleiða umleið 20 gigawatttímar um árið, biogassverkið hjá Førka á Skarðshjalla í Tórshavn, sum fer at framleiða meiri enn 6 GWh um árið og sólorkuskipanin hjá SEV í Sumba, sum fer at framleiða umleið 0,16 GWh um árið.
Í 2022 fara vindmyllulundirnar í Flatnahaga og á Eiði, sum báðar eru 18 MW til støddar, væntandi at framleiða. Leggja vit framleiðsluna hjá hesum báðum lundunum saman við tí í Porkerishaganum, er hon tilsamans umleið 140 GWh. Grøna orkuframleiðslan er tá tvífaldað í mun til í dag, og SEV kann minka ársnýtsluna av olju við 30.000 tonsum.
Ætlanin hjá Landsstýrinum og SEV er at halda áfram at byggja nýggjar vindmyllulundir og orkugoymsluskipanir, so at Føroyar í 2030 framleiða nærum alla elorkuna úr varandi orkukeldum.
Elektrifiseringin av orkunýtsluni er í eini góðari gongd við støðugum vøkstri í grønum orkuskipanum til upphiting og grønum akførum. Hesin vøksturin er tó ikki nóg stórur enn til at nýta alla ta grønu orkuna, sum ætlanin er at framleiða. Landsstýrið hevur seinastu árini sett tiltøk í verk fyri at skunda undir elektrifiseringina, og má umhugsa fleiri tiltøk at skunda undir góðu gongdina fram ímóti 2030.
Talva, sum vísir elframleiðsluna árini 2015 til 2020 býtt á ymisku framleiðslukeldurnar.
GWh |
procent |
|||||||||||
vindur |
vatn |
biogass |
sól |
olja |
Íalt |
vindur |
vatn |
biogass |
sól |
olja |
|
|
2015 |
55,7 |
134,1 |
0 |
0,0 |
126,4 |
316,3 |
17,6 |
42,4 |
0 |
0 |
40,0 |
|
2016 |
52,1 |
106,3 |
0 |
0,0 |
156,4 |
314,9 |
16,5 |
33,8 |
0 |
0 |
49,7 |
|
2017 |
59,7 |
111,2 |
0 |
0,0 |
164,0 |
334,9 |
17,8 |
33,2 |
0 |
0 |
49,0 |
|
2018 |
63,8 |
108,1 |
0 |
0,0 |
179,9 |
351,8 |
18,1 |
30,7 |
0 |
0 |
51,1 |
|
2019 |
52,7 |
104,4 |
0 |
0,0 |
227,4 |
384,5 |
13,7 |
27,1 |
0 |
0 |
59,1 |
|
2020 |
46,2 |
108,7 |
0,5 |
0,2 |
249,4 |
404,9 |
11,4 |
26,8 |
0,1 |
0,04 |
61,6 |
|
Mynd av somu framleiðslu. Tó undantikið framleiðslu frá biogass og sól, sum eru ov smáar til at síggjast.
Mynd av oljunýtsluni hjá SEV í tíðarskeiðinum 2010 til 2020.