Mynd: KvF.fo
Tað skerst ikki burtur, at íløgukostnaðurin í slíkar hitapumpuskipanir er rættiliga stórur. Tá ið oljufýr eru nakað bíligari, hevur oljuprísurin avgerandi týdning fyri, um fólk hætta sær at velja grønu loysnirnar. Í tíðarskeiðinum 2011-2015 lá oljuprísurin um 8 kr/liturin; tá loysti tað seg rættiliga væl at hava hitapumpu. Frá 2015 til í dag hevur oljuprísurin verið væl lægri, um 6 kr/liturin, og er hetta í lægra lagi fyri at fáa íløgu og rakstur av hitapumpuskipanum at bera seg í mun til oljufýr.
Landsstýrið arbeiðir við tiltøkum, sum skulu eggja fólki til at skifta hitaskipan frá olju til hitapumpur.
MVG afturbering
Eitt tiltak, sum er farið at virka er afturbering av MVG fyri íløgu og arbeiðsløn í góðkendar hitapumpuskipanir. Í talvuni niðanfyri vísa tær tríggjar ovastu reglurnar, at hitapumpuskipanir, sum fáa MVG frítøku, eru kappingarførar í prísi við oljufýr, hóast dagsins lágu oljuprísir.
Differentieraður elprísur
Eitt lógaruppskot um at loyva SEV at differentiera elprísin til ymsar kundabólkar er í løtuni til viðgerðar í politisku skipanini. Verður tað samtykt, fer tað at merkja, at prísurin á el til góðkendar hitapumpuskipanir kann lækka við upp til 50 oyrum/kWh.
Í talvuni vísa tríggjar tær niðastu reglurnar, at um bæði MVG frítøka og ein prísniðurskurður á 50 oyru/kWh eru galdandi, so verða hitapumpur væl bíligari at eiga og reka enn oljufýr.
* Íløga í hitapumpu við MVG frítøku minus íløga í oljufýr. Dømi: 155.000/1,25-50.000=74.000.
Aðrar fortreytir: Samlað íløga: Oljufýr gomul hús: 50.000 kr. - Oljufýr nýggj hús: 60.000 kr. - Jarðhiti gomul hús: 155.000 kr. - Jarðhiti nýggj hús: 145.000 kr. - Luft/vatn nýggj hús: 90.000 kr. - Nyttustig oljufýr: 0,9 - Ársnyttustig: Radiatorar og jarðhiti:3,0 - Gólvhiti og jarðhiti:3,5 - Gólvhiti og luft/vatn:3,0
Talvan vísir sparing í rakstri og afturgjaldstíð av hitapumpuskipanum í húsum við jarðhitaskipan og radiatorum ella gólvhita og húsum við luft/vatn hitaskipan og gólvhita samanborið við oljufýr.
Í talvuni sæst eisini, at rakstrarsparingarnar í øllum seks førum eru stórar, frá góðum 300 krónum um mánaðin til knappar 800 krónur um mánaðin. Afturgjaldstíðirnar eru frá 3 til 10 ár, uttan í fyrsta døminum, har aftugjaldstíðin av jarðhitaskipan er 16 ár.
Til hetta kann viðmerkjast, at jarðhitaskipanir væntandi eru virknar í minsta lagi 25 ár, meðan luft/vatn hitaskipanir hava eina livitíð á umleið 15 ár.
Samanumtikið
Við MVG frítøku er tað búskaparligt skilagott hjá einum húsarhaldi at velja hitapumploysn heldur enn oljufýr.
Við MVG-frítøku og prísniðurskurði eru hitapumpuskipanir munandi bíligari enn oljufýr.
Í hesi uppseting eru sjálvandi óvissur. Tann størsta er oljuprísurin, sum her er settur til 6,20 kr/l. Sum nevnt omanfyri hevur hann sveiggjað nógv seinastu árini, heilt frá 5 kr/l til næstan 9 kr/l.
Fyri hús við oljufýri merkir tað, at hitarokningin kann sveiggja við meiri enn 10.000 krónur um árið. Hinvegin hevur elprísurin verið rættiliga støðugur í nógv ár og væntast kann, at hann eisini verður støðugur framyvir.
Sæð í mun til orku- og umhvøvispolitikkin eru stórir fyrimunir við hitapumpuloysnunum. Hitapumpur brúka el, sum fyri ein stóran part er framleitt úr vatni ella vindi. Av samlaðu hitaorkuni, sum hitampumpurnar lata til húsini, koma 60 – 80% úr umhvørvinum.
Hitapumpur gera tí, at vit brúka nógv minni av olju. Hetta er gott fyri landsbúskapin og gott fyri umhvørvið, bæði lokalt og globalt.
Kári M. Mortensen, deildarleiðari
ORKA/Umhvørvisstovan