2. apríl 2021

Ivin gjørdur fyri skommum

Tá Jónfinn Egilsnes ætlaði at skifta til jarðhita var konan Fríðgerð øgiliga skeptisk. Men jarðhitaskipanin, sum var sett í gongd seinast í 2019, er bæði betri og lættari at fáast við enn væntað.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Á Hornavegi í Vestmanna eru húsini hjá hjúnunum Jónfinn og Fríðgerð Egilsnes. Stóru, heitu og hugnaligu húsini uppá 300 innrættaðar fermetrar hava síðani 1995 verið karmur um familjuna Egilsnes, sum, umframt foreldrini, telur 4 børn.

 

 

Við døgurðaborðið fortelja tey bæði við ljósi í eygunum um grøna orkuskiftið, sum tey saman hava framt. Leiklutirnir í familjuni Egilsnes eru eyðsýndir - á ein hátt.

 Jónfinn er maskinmeistari og er sera áhugaður í tekniskum loysnum og kanska serliga grønum tekniskum loysnum. Hugtikin greiður hann frá, hvussu hann hevur kannað ymsu loysnirnar, og hvussu tey komu fram til, at tey skuldu velja sær eina jarðhitaloysn.

Fríðgerð Egilsnes smílist og vísir á, at soleiðis er hann bara. Jónfinn setur seg ordiligt inn í tingini og so skal tað vera soleiðis, sum hann er komin fram til. Men hon avdúkar eisini, at hon var skeptisk.

- Eg var øgiliga skeptisk. Eg ímyndaði mær, at tað fór at vera kalt inni, brúsurnar kaldar og at skipanin ikki riggaði. Men skipanin hevur verið fantastisk. Hon riggar bara, sigur Fríðgerð Egilsnes. Hon vísir á, at jarðhitaskipanin er nógv lættari at skilja og brúka enn, tá tey høvdu oljufýr.

Tað er eingin ivi um at húsini hjá Fríðgerð og Jónfinn eru bygd til at rúma einari stórari familju. Frá smábarnafamilju eru tey nú komin til markamótið, har børnini fáa makar og børn, men krøvini til húsini eru framvegis stór.

Tað skal vera heitt inni og altíð nokk av heitum vatni.

- Vit kunnu fylla baðikarið og samstundis kunnu fleiri vera í brúsu í senn og vatnið verður ikki kalt. Vit hava altíð nokk av heitum vatni, sigur Fríðgerð Egilsnes.

 

Setti sjálvur skipanina upp

Jónfinn Egilsnes fór so smátt at hugsa um eina grøna orkuskipan, tá hann skifti takið á húsunum í 2017. Oljufýringin var um at gerast gomul og tí troðkaðu grønu loysnirnar seg framat í huganum.

- Eg hugsaði um luft til vatn, tosaði við veitarar og fólk, sum høvdu ta skipanina, men tað var skjótt at eg kom til, at vit skuldu hava jarðhita. Men í 2017 gjørdist jarðhitin ov dýrur, tí neyðugt var við tveimum holum. Tá bar ikki til at bora djúpri enn 200 metrar, sigur Jónfinn Egilsnes.

Takið var skift og oljufýringin flutt, so skorsteinurin kundi takast niður. Við eini fyribilsloysn helt Jónfinn Egilsnes á við at kanna marknaðin. Í 2019 tosaði Jónfinn Egilsnes so við KROSSTEIN og tey kundu veita eina jarðhitaloysn við einum holi uppá 240 metrar.

Nú bar til og so var sett í gongd. Jónfinn og Fríðgerð fingu eina jarðhitapumpu við einum eykatanga fyri 130.000 krónur, aftaná at tey høvdu fingið mvg'ið aftur.

- Eg tosaði við teir um uppsetanina og teir søgdu, at tað var einki problem, at eg legði rør og setti skipanina upp. Teir komu so og kannaðu um skipanin var í lagi og settu hana í gongd. Tað spardi okkum einar 15-20.000 krónur í uppsetan, sigur Jónfinn Egilsnes.

KROSSTEIN hevur eina ráðgevara- og servicedeild, sum vegleiðir kundunum í allari tilgongdini, við at velja røttu skipanina til teirra hús, fáa neyðug loyvi til vega, uppseting og viðlíkahald av skipanini, so kundarnir kunnu føla seg tryggar í at fáa eina skipan, ið virkar sum hon skal.

Hetta verður gjørt eftir tekningum, sum vit lata kundanum, og tann sum ger uppsetingina, skal vita, hvat hann ger. Síðani koma vit á staðið og góðkenna skipanina og seta hana í gongd, sigur Høgni Nielsen, tekniskur leiðari hjá KROSSTEIN.

 

Man má hugsa grønt

Tað er eyðsæð, at orkuskiftið hjá Fríðgerð og Jónfinn Egilsnes hevur verið ein góð uppliving. Tey hava fingið eina orkuskipan, sum er betur enn tann, sum var áðrenn, og so spara tey eisini eina rúgvu av pengum hvønn mánaða.

- Vit brúka umleið 850 krónur um mánaðin uppá upphiting og heitt vatn, í mun til áðrenn, tá oljurokningin ljóðaði uppá gott 2000 krónur um mánaðin, siga tey við ein munn. Bara tann sparingin er nóg stór at gjalda fyri alla íløguna, siga tey.

Vestmannahjúnini eru nú av álvara farin á grøna kósina. Í túninum stendur ein Renault Zoe elbilur, og Jónfinn er eisini í samskifti við útlendskar veitarar at fáa fatur á einum sólkyknutaki, til garasjuna, hann er í holt við at byggja.

- Takið, sum eg ætli mær at fáa á garasjuna, verður bæði koblað saman við málaranum hjá SEV og við hitapumpuna, so vit fáa bæði streym og heitt vatn burturúr, greiður Jónfinn Egilsnes frá.

Tá Jónfinn Egilsnes er til arbeiðis, siglir hann við manningum, sum seta upp havvindmyllur í Norðsjónum, so orkuskiftið fylgir honum bæði úti og heima.

- Man má hugsa eitt sindur grønt nú. Tíðirnar flyta seg tann vegin og vit mugu øll gera okkara, sigur hann.

 

Eldru húsini fáa mest burturúr at skifta til jarðhita

Fyri KROSSTEIN er orkuskiftið hjá Jónfinn og Fríðgerð Egilsnes eitt dømi um eini hús, har tað loysir seg sera væl at skifta til jarðhita. Talan er um eini stór hús, sum brúka lutfalsliga nógva olju og nógv vatn. Tey hava spart nógvar pengar frá fyrsta degi til upphiting og nógv húsarhald kunnu gera tað sama.

- Vit eru faktiskt har, at tað fyrsta man skal gera, tá man hevur eini eldri hús, er at skifta til eina hitapumpu. Helst til jarðhita, tí tá fær man mest burturúr, sigur Høgni Nielsen, tekniskur leiðari hjá KROSSTEIN.

Høgni Nielsen vísur á, at tað liva framvegis nógvir fordómar um hitapumpur, sum als ikki passa. Eitt nú verður sagt, at skipanirnar rigga ikki við radiatorum, og at neyðugt er fyrst at bjálva húsini betri, áðrenn skift verður.

- Fólk halda, at jarðhiti riggar ikki við radiatorum. Men tað passar slett ikki. Tað er faktiskt soleiðis, at tað eru tey húsini, sum brúka nógva olju og eru eldri, ið fáa mest burturúr at skifta til jarðhita, sigur Høgni Nielsen.

Sparingin liggur uppá umleið 50 til 60 % av útreiðslunum til upphiting í mun til oljufýr við tí oljuprísinum, sum er á marknaðinum í dag.

 

Sera høgt COP virði

COP virðið á eini hitapumpu vísir, hvussu effektiv hitapumpan er. Eitt COP virði uppá 5, merkir at ein hitapumpa kann lata upp til 5KWt av hita burturúr 1 KWt av streymi, sum hon brúkar.

 

 

Leggja vit eitt S fyri Seasonal afturat COP fáa vit SCOP virðið, sum vísir miðalúrtøkuna um árið, ið ger tað lættari at samanbera ymiskar hitapumpur enn bara við COP virðinum.

Hitapumpan, sum Jónfinn og Fríðgerð Egilsnes hava fingið sær, er av merkinum Thermia Diplomat Inverter M og hevur eitt SCOP virði upp til 5,6. Hitapumpan KROSSTEIN selur mest av í løtuni eitur Thermia Calibra og hevur eitt SCOP virði upp til 5,8. Ein onnur betri útgáva er eisini, sum eitur Thermia Atlas, sum hevur eitt SCOP virði, sum kann vera heilt upp til 6,15.

- Júst tað, at Thermia hitapumpan hevur eitt høgt SCOP virði, hevði týdning fyri meg. Hon var tann besta á marknaðinum, tá vit keyptu, vísir Jónfinn Egilsnes á.

Men bæði Svend Krosstein og hjúnini Egilsnes hava hug at taka fram, hvussu væl stýringin á Thermia hitapumpuni er skipað. Hon er einføld at brúka og skilja.    

- Tað, sum mær dámar so væl við hesi skipanini, er at hon er so einføld og lætt at skilja. Eg havi sæð aðrar, sum eg haldi vera nokso fløkjasligar at finna runt í, sigur Jónfinn Egilsnes

Hann hevur brúkt eitt sindur av tíð uppá at finna út av, hvussu hitapumpan riggar best til júst teirra hús.

- Hitapumpan arbeiðir eftir tí temperaturinum, sum eg havi sett hana til. Er tað kalt úti, so speedar hon upp, og er tað heitt úti, so koyrir hon minni á.

- Men man má føla seg eitt sindur fram hvussu húsið hjá sær er. Tað merkir, at man má royna nakrar innstillingar av, men so er hon eisini fantastisk, sigur Jónfinn Egilsnes at enda.