Kelda: Umhvørvisstovan
Vit endurgeva skjalið í fullum líki her:
Lýsing eftir umsøkjarum til:
Loyvi
til
elframleiðslu
úr
vindorku
Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hevur móttikið umsókn um loyvi til elframleiðslu úr vindorku.
Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at seta upp 6 vindmyllur á 4,2 MW svarandi til ein samlaðan mátt á 25,2 MW, staðsettar á økinum við Gellingarklett í Hoyvíkshaga í Suðurstreymoy.
Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, 25,2 MW, eftir nærri ásettum treytum, sí niðanfyri.
Treytir
Tá ið søkt verður um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er neyðugt, at umsøkjarin leggur váttan við frá jarðareigara um atgongd til øki, har vindmyllurnar kunnu staðsetast.
Umsøkjarin skal kunna útvega onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikum og loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini skulu umhvørvisárinsmetingar gerast sambært § 16 í elveitingarlógini, og hesar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn endaligt loyvi kann veitast.
Vindviðurskiftini á staðnum skulu verða væl lýst, t.d. við vindmátingum helst fyri 1 ár, ella við øðrum upplýsingum, sum kunnu javnmetast við vindmátingar.
Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi umsøkjari kann vísa á neyðugan tekniskan førleika og harundir møguligar royndir innan elveiting, og umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka fígging til ætlanina.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Ara Johanneson á Umhvørvisstovuni (teldupostur: arij@us.fo, tlf. 282860) at fáa nærri kunning og umsóknarblað, har metingarstøði og aðrar treytir í sambandi við viðgerð av umsóknum eru nærri útgreinaðar.
Freist at søkja
Umsóknir um loyvi skulu verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mars 2021 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðargøta 38, Postboks 2048, 165 Argir
Til ber eisini at senda umsóknina teldutøka á: www.us.fo.