19. juli 2018

Lýst verður eftir umsøkjarum til loyvi at framleiða el úr vindorku á Eiði.

Økið til vindmyllurnar er í haganum Suðurhelvt á Eiði. Samlaði framleiðslumátturin, sum loyvi kann gevast til, er í mesta lagi 18 MW og eftir ætlan verður vindmyllulundin sett upp á sumri 2020.

 

Kelda: us.fo

Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við seinni broytingum um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt loyvi minni enn 18 MW.

 

Umsóknarblað og nærri upplýsingar

Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni, har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar.

Eru spurningar ber til at tosa við Ara Johanneson, ráðgeva á Orku á Umhvørvisstovuni, tlf. 282860.

Umsóknarfreistin er  1. august 2019. 

Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, Postboks 2048 FO-165 Argir