3. juli 2017

Lýst verður eftir umsøkjarum um loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkeri.

Økið til vindmyllurnar er í haganum Heimari Partur, matr. nr. 242 Porkeri. Samlaði framleiðslumátturin kann í mesta lagi vera 6 MW.

Kelda: Umhvørvisstovan

Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við seinni broytingum um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt loyvi minni enn 6 MW.

Umsóknarblað og nærri upplýsingar

Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni, har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar.

Eru spurningar ber til at tosa við Ara Johanneson, ráðgeva á Orku á Umhvørvisstovuni, tlf. 282860.

Umsóknarfreistin er  15. november 2017.

 

Umsóknir skulu sendast til:

 

Umhvørvisstovan

Traðagøta 38

Postboks 2048

FO-165 Argir