Kelda: Umhvørvisstovan/mynd: kvf.fo
Í 2015 heitti landsstýriskvinnan á Umhvørvisstovuna um at seta kanningina í verk. Arbeiðið varð skipað við stýribólki og arbeiðsbólki.
Í stýribólkinum vóru umboð frá US, SEV, HIMR og Dansk Energi.
Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri US, SEV og Dansk Energi.
Upprunaligi arbeiðssetningurin var at kanna, hvussu vatnorkuøkið í Vestmanna best kundi útbyggjast at nøkta tørvin á orkugoymslu í framtíðar elorkuskipanini. Fyri at geva eitt nøktandi svar hevur verið neyðugt at gera umfatandi kanningar, bæði av nýtslu og framleiðslu av varandi elorku fram móti 2030.
Arbeiðið hevur kravt nógv samstarv við serfrøðingar bæði í Noregi og í Danmark. Úrslitið er nú tókt og verður handað landsstýriskvinnuni á samkomu í Østrøm, hósdagin 23. august kl. 11:00