Kelda: kvf.fo
Løgtingið hevur nú givið SEV heimild at selja streymin bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil.
19 tinglimir atkvøddu fyri og 14 ímóti, tá lógaruppskotið um differentieraðar elprísir var til 3.viðgerð í gjár.
Lógarbroytingin gevur SEV heimild at selja streym til hitapumpur og elbilar 40 oyru bíligari enn annars galdandi prísur. Harumframt kemur meirvirðisgjaldið, og fyri brúkaran kann avslátturin tí gerast upp til 50 oyru fyri kilowatt tíman.
Í lógaruppskotinum verður nevnt sum dømi, at brúkar hitapumpan hjá einum húski 8000 kilowatt-tímar um árið, so kann húskið spara 4000 krónur um árið. Og brúkar el-bilurin hjá húskinum til dømis 4.000 kilowatt-tímar um árið, so kann húskið nú spara 2.000 krónur har.
Meðan SEV nú hevur fingið lógarheimild at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil, so er greitt, at el-prísurin annars dýrkar.
Herfyri boðaði SEV frá, at 1.januar hækkar prísurin 10 oyru fyri kilowatt-tíman, umframt mvg, tað vil siga 12,5 oyru/kWh.
Fyri eitt vanligt húsarhald, sum brúkar 6.000 kilowatt-tímar um árið, merkir príshækkingin 750 krónur í eykarokning um árið, sambært SEV.