Ein av teimum týdningarmestu broytinginum í arbeiðnum fyri einar grønari Føroyar, er at upphitingin av bústøðum verður við grønum orkuloysnum. Men hóast at hitapumpurnar eru munandi bíligari í rakstri enn ein oljufýring, so er íløgan framvegis ein stór forðing fyri húsarhaldini.
Tað sást týðiliga, tá ið lógin um mvg frítøku fór út gildi á nýggjárinum. Sølan av hitapumpum steðgaði at kalla upp, meðan Løgtingið umrøddi um mvg frítøkan skuldi setast í gildi aftur. Tað gjørdi ongan mun, at politikararnir lovaðu at mvg-frítøkan fór at halda fra,
- Vit noyddust at sissa fólk. Tosa við politikarar um, hvat fór at henda og um málið fór at koma ígjøgnum. Men tað hjálpti lítið, sigur Høgni Nielsen, tekniskur leiðari.
Síðani lógin varð samtykt so loysnaði. Hjá Svend Krosstein hava tey havt sera nógvar fyrispurningar og tey hava eisini selt nógvar grønar orkuloysnir.
- Vit hava selt í øllum førum einar seks til átta jarðhitaskipanir og fýra luft til vatn skipanir, sigur Høgni Nielsen.
Hann vísir á eftirspurningurin er stórur og tí hevur verið eitt sindur av bíðitíð eftir at fáa borað jarðhitaholini, men hann sigur, at tey fáa ein nýggjan borivogn í komandi mánaða.
- So tað er ikki at halda seg aftur, sigur Høgni Nielsen.