Kelda: sev.fo
Seinastu fimm árini hevur verið arbeitt miðvíst við spurninginum um, hvussu vit byggja fleiri óstøðugar, grønar orkukeldur inn í okkara elskipan, ið liggur avbyrgd í Norðuratlantshavi, samstundis sum vit varðveita støðufestið og javnvágina í skipanini, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV m.a. í nevndarfrágreiðingini fyri 2019, sum var løgd fram á talgilda aðalfundinum hjá elfelagnum fyrrapartin.
Nevndarformaðurin vísir á, at djúpir tøkniligir spurningar eru viðgjørdir í hesum tíðarskeiðnum, har nýhugsan og nýskapan eisini hava verið ein fortreyt fyri at koma longur á grønu kósini. Harumframt skulu vit áhaldandi vísa búskaparligt skynsemi soleiðis, at elprísurin verður so lágur sum gjørligt, verður staðfest í nevndarfrágreiðingini, sum er partur av umfatandi ársfrágreiðingini, ið SEV greiðir úr hondum á hvørjum ári.
Og tað gongur sjón fyri søgn í SEV, tí frágreiðingin ber boð um, at í løtuni fer nógv mennandi arbeiði fram, sum kemur føroyska samfelagnum til góðar longur frammi á grønu kósini. Talan er m.a. um sólorku, sjóvarfall, javnvág og gagnnýtslu av elorkuni og ætlaðu pumpuskipanina í Vestmanna. Harumframt verða tríggjar nýggjar vindmyllulundir bygdar í næstum. Tá verður vindorkumátturin meira enn trífaldaður úr 18 MW upp í 60 MW.
Pumpuskipan og javnvágin
- Vit noyðast alla tíðina at hugsa framtíðarmyndir – bæði um elorkutørvin, veitingartrygd og grøna orku. Tað er SEV, sum alla tíðina skal elføða alt samfelagið, og tískil liggur slóðbrótandi virksemið í DNA’num hjá elfelagnum, sum verður 75 ár 1. oktober 2021, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í ársfrágreiðingini.
Í løtuni fyrireikar SEV eina pumpuskipan í Vestmanna, sum saman við vatnorkuni fær avgerandi týdning fyri kjarnan í elskipanina, sum skal grundast á støðuga orku, ið kann tryggja, at eingi sveiggj eru í elframleiðsluni. Vatnorka er støðug orka, um nóg mikið er til av vatnorku, og nøgdirnar av vatnorku verða í framtíðini tryggjaðar við pumpuskipanini í Vestmanna, har avlopsorka frá óstøðugu vindorkuni verður brúkt til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingarnar. Tá kunnu oljuverkini vera tiltakstrygd, um t.d. brek taka seg upp í grønu orkuframleiðsluni.
Tá ið talan er um grønar útbygggingar, sum fyri ein stóran part er óstøðugar orkukeldur, er neyðugt at granska henda partin nærri. Í hesum sambandi er Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur og ph.d-granskari í holt við eina slóðbrótandi ph.d.-verkætlan um støðufestið í komandi føroysku elskipanini, sum skal grundast á 100 prosent grøna elorku á landi í 2030.
Í ph.d.-verkætlanini verður eisini hugt nærri eftir, hvussu elframleiðslan úr varandi orkukeldum í mest møguligan mun kann brúkast í sama øki, sum hon verður framleidd. Á henda hátt verður svinnið av elorku, sum verður flutt long strekki, avmarkað so nógv sum gjørligt.
Útbyggingarnar á Sundsverkinum, sum er trygdarnetið undir veitingartrygdini og grønu útbyggingunum, vóru komnar undir land við árslok 2019. Seinni hevur SEV yvirtikið nýggja partin av Sundsverkinum, ið svarar til kaðalsambandið, sum londini á evropeiska meginlandinum hava sínámillum, har tey kunnu keypa elorku frá hvørjum øðrum, um tey ikki megna at framleiða nóg mikið til sín sjálvs.
Sólorka
Í november 2019 var fyrsta stóra sólorkuskipanin í Føroyum knýtt í elskipanina, tá SEV setti eina 246 kW stóra sólorkulund í rakstur í Sumba. Talan er um eina royndarverkætlan, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.
- Tað var lutfalsliga ómakaleyst at seta royndarskipanina á ein slættan fótbóltsvøll, og av hesi orsøk gjørdist verkætlanin eisini bíligari. Sumbiar kommuna skal hava takk fyri, at kommunan bjóðaði SEV henda møguleikan, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV í ársfrágreiðingini hjá elfelagnum.
Hóast sólorkuskipanin var sett upp á myrkastu árstíð, so hevur SEV longu góðar royndir av skipanini, sum verður mett at framleiða 160 MWt árliga, tað svarar til elnýtsluna hjá 32 vanligum húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið.
- Sólorkan sum heild er ein áhugaverd orkukelda, haðani tað er møguligt at fáa 5-7 prosent av árligu elframleiðsluni, sum er mett til 600 GWt í 2030. Eitt sera gott ískoyti á grønu kósini – serliga um summarið, sigur Terji Nielsen.
Sjóvarfall
Um tað búskaparliga fer at loysa seg at framleiða elorku úr sjóvarfallinum, verður sjóvarfalsorkan ein týðandi orkukelda í framtíðini. Tað vísa fyribils úrslit av kanningum, ið eru gjørdar sum partur av ph.d.-verkætlanini um støðufestið í føroysku elskipanini.
SEV hevur saman við svenska felagnum, Minesto, sum er millum fremstu mennarar av havorkutøkni, sett skjøtil á eina royndarverkætlan við sjóvarfalli í Vestmannasundi. Tøknin, ið nýtt verður, er drekar, ið eru festir í eitt søkk á botni, og sum sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.
Sjóvarfalsorka er støðugasta orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku, tí tað ber altíð til neyvt at spáa um, hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar. Tað er ymiskt, hvussu tað rekur á ymsu firðunum, so um sjóvarfalsturbinurnar verða spjaddar kring oyggjarnar, verður møguligt at hava sjóvarfall sum ein støðugan part av varandi orkukeldunum í framtíðini.
Altjóða viðurkendir serfrøðingar meta, at á allari jørðini er sjóvarfalsorka svarandi til 80 GW, og at nøgdin av sjóvarfalsorku kring Føroyar er tilsamans 1 GW. Av hesum ber væntandi til at gagnnýta 15-20 prosent, sum svara til 150-200 MW. Til samanberingar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er framleiðslan tilsamans oman fyri 60 MW.
Elframleiðsla og búskapur
- 40 prosent í grønari elframleiðslu í 2019. Tað kann ikki ganga nóg skjótt at reisa næstu vindmyllulundina. Soleiðis ljóðar stutta niðurstøðan hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni hjá SEV, tá hann í ársfrágreiðingini fyri 2019 umrøðir tølini fyri elframleiðsluna í fjør.
Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 171,9 GWt í 2018 niður í 156,1 GWt í 2019. Tað er ein lækking á 9,1 prosent í grønu framleiðsluni eftir einum ári. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386,1 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við undanfarin ár, tá grøna elframleiðslan bæði árini var umleið 50 prosent.
Orsøkin til afturgongdina í grønu tølunum er m.a. at finna í tí sannroynd, at 2019 var turrasta árið seinastu fimm árini. Haraftrat var eisini væl minni av vindi í 2019. Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn.
Úrslitið hjá SEV í 2019 er umleið 62 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er eitt nøktandi úrslit, sammett við virksemið hjá elfelagnum. Tað er neyðugt við úrslitum á hesum støði, tá ið stórar íløgur við tilhoyrandi eginfígging framhaldandi standa fyri framman, verður staðfest í nevndarfrágreiðingini.
Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hjá SEV, og oljunýtslan tilsamans var 143,9 milliónir krónur í 2019. Hetta er ein øking á 38,1 milliónir krónur sammett við 2018, og talan er um eina samlaða øking upp á 59,2 milliónir krónur sammett við 2017.