23. august 2018

Nýggj orkukanning mælir til sól og vind

Ein orkukanning, sum Umhvørvisstovan hevur greitt úr hondum vegna Heilsu- og innlendismálaráðið, mælir í fyrstu atløgu til at útbyggja vindorkuna og sólorkuna, og um nøkur ár er m.a. skilagott at byggja pumpuskipan í Vestmanna

Nýggja orkukanningin, sum Umhvørvisstovan hevur latið landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, er gott
undirstøði at byggja á, tá næstu stigini skulu takast fram ímóti 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030.
Niðurstøðan er í stuttum, at vindorka og sólorka eiga at byggjast út næstu árini, og um nøkur ár er m.a.
skilagott at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum. Útbyggingarnar við vindmyllum, battarískipan og
pumpuskipan í Suðuroynni, sum longu eru settar á breddan, verða eisini umrøddar í kanningini sum skilagóð stig at
taka beinanvegin.


Íløgurnar eru settar til 400 milliónir krónur um árið frá 2016 at rokna – vaksandi til 650-700 milliónir
krónur um árið í 2030. Úrslitini vísa eisini, at orkuprísurin frá 2016 fram ímóti 2020 hækkar eitt sindur, men longu í
2024 lækkar orkuprísurin aftur niður um orkuprísin í 2016, og prísurin heldur fram at lækka spakuliga fram ímóti
2030.


Kanningararbeiðið
Kanningin tekur støði í tøkniligu møguleikunum, og hvussu tað búskaparliga best loysir seg at byggja út føroysku
orkuskipanina. Kanningin nevnist “Energilagring på Færøerne, 2018”, og hon er gjørd í samstarvi millum Orku á
Umhvørvisstovuni, SEV og Dansk Energi, umframt at ráðgevandi fyritøkurnar Ea Energy Analyses og Norconsult
hava gjørt simuleringar og greiningar í fleiri umførum.
Í greiningunum er arbeitt við varandi orkukeldum, orkugoymslum, støðufestinum í elskipanini,
búskaparligum útrokningum, tøkniligum avbjóðingum og elorkutørvinum – íroknað orkuskiftið frá olju til varandi
orku innan ferðslu, flutning og upphiting næstu árini. Øll hesi viðurskifti skulu verða í einum samspæli á vegnum
fram ímóti málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030, og tí var tørvur á einari neyvari kanning at
grunda næstu ítøkiligu stigini á grønu kósini á.
Kanningin býtur tíðarskeiðið fram til 2030 í tvey. Fyrstu fimm árini, og tíðin eftir hetta fyrsta fimm ára
skeiðið á grønu kósini.


Fyrra skeiðið
Fyrstu fimm árini skal dentur leggjast á ein størri part av varandi elframleiðslu. Talan er t.d. um framkomnar
vindmyllur, sum eins og í Húsahaga eru knýttar at battarískipanum, ið javna óstøðugu vindorkuna út á elnetið eftir
sekundum ella minuttum. Eisini er neyðugt at byggja sólorkuskipanir at lofta summarmánaðunum, tá ofta er lítið av
vatni og vindi.
Harumframt eiga neyðugu útbyggingarnar av netinum eisini at verða framdar fyrstu fimm árini, soleiðis at
lagt verður upp fyri økta og broytta máttinum, sum m.a. kemur við orkuskiftinum frá olju til alsamt meira varandi
orku. Í hesum fyrra skeiðnum eru vindmyllulundirnar, sum longu eru í útboði á Eiði og í Porkeri, tiknar við í
útrokningarnar, umframt at pumpuskipanin í Suðuroy eisini er partur av hesum skeiðnum.


Seinna skeiðið
Tíðina eftir fyrstu fimm árini skal dentur framhaldandi leggjast á at útbyggja varandi orkuna, og mett verður, at ein
miðal útbyggingarferð av bæði vindorku og sólorku liggur millum 20 MW og 30 MW annaðhvørt ár í hesum
tíðarskeiðnum. Tá skal eisini stigvís útbygging av orkugoymslum í pumpuskipanum fara fram, soleiðis at varandi
orkuframleiðslan verður gagngnýtt í mest møguligan mun.
Fyrsta stigið at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum kann takast uttan at víðka byrgingarnar, og hetta
kann hóskandi fara fram á leið 2024-25. Ein útbygging av byrgingunum verður helst ikki neyðug, fyrr enn vit
nærkast 2030. Tað verður eisini mett, at eftir 2025 verður ein kaðal til Suðuroyar helst ein fyrimunur fyri samlaðu
skipanina.


Í kanningini verður víst á, at neyðugt er áhaldandi at fylgja væl við, hvussu nýggjar innovativar loysnir verða
mentar innan varandi orku, og tí kann gerast neyðugt at tillaga langtíðarætlanina, so hvørt nýggir tøkniligur og
burðardyggir møguleikar koma undan kavi.


Sjóvarfalsorkan er ov lítið ment enn, og tí loysir tað seg ikki búskaparliga at dúva upp á hesa varandi
orkukelduna í løtuni. Battarí at goyma orku í langa tíð kunnu eisini gerast framtíðar orkugoymslur, men enn eru
battarí sum langtíðargoymslur ikki búskaparliga áhugaverd.