Kelda: in.fo
Hann sigur, at sum støðan er nú, er ikki heimild í lógini til at hava ymsan prís á streymi, alt eftir hvør tað er sum brúkar hann, ella nær streymurin verður brúktur.
Tí verður nú arbeitt við at broyta lógina so at tað fer at bera til at hava ymsar prísir. Tað er eitt arbeiði, tey eru í holt við í Heilsu- og innlendismálaráðnum, og tað er ikki liðugt enn.
Hákun Djurhuus sigur, at tískil veit hann heldur ikki enn, hvussu umfatandi heimildin at hava ymsar prísir, verður.
Men tað, sum liggur í kortunum hjá Sev er ikki, at øll skulu kunna fáa bíligari streym um náttina, og tískil er heldur ikki ætlanin, at tað skal vera bíligari at vaska klæðir ella at seta uppvaskimaskuna frá um náttina.
Les alla greinina her