Vinstrumegin í myndini síggjast orkukeldurnar, sum eru olja, vatn, vindur og burturkast.
Av samlaðu orkunøgdini er olja 91,1%, vatn, vindur og orka úr umhvørvinum 6,0% og burturkast 2,9%.
Eisini sæst, at orkunøgdin brúkt á sjónum er 43% og á landi 57%.
Høgrumegin í myndini sæst orkunýtslan.
Tað sæst t.d. at øll orkunýtslan á sjónum og til flutning á landi stavar frá olju.
Eisini sæst, at orka til upphiting kemur bæði frá olju, hitapumpum og fjarhita og at parturin frá olju er nógv størstur ella um 90%.
Í miðjuni síggjast orkuumgerðir.
Elframleiðslan var íalt 334,3 GWh ella umleið 10% av samlaða orkurenslinum. Elframleiðslan úr grønum orkukeldum var 51,1% og úr olju 48,9 %.
Hitapumpur brúktu 10 GWh av el-orku, tóku 30 GWh úr umhvørvinum og lótu 40 GWh av hita til upphiting.
Brennistøðirnar framleiddu 97 GWh av hitaorku. Av teimum komu til høldar 14,1 GWh í ídnaði og 22,6 GWh í upphiting. Nøgdin á brennistøðunum, sum ikki var gagnnýtt var 57,1 GWh og tapið í fjarhitaleiðingunum 13,7 GWh. Samlaða tapið var sostatt 70,8 GWh.
Á myndini síggjast hvørki elframleiðsla frá sólkyknum ella elnýtsla hjá elbilum, tí hesi orkurensl enn eru sera lítil.
Í 2017 framleiddi eitt sólorkuverk á eini húsatekju 245 kWh = 0,000245 GWh. Í 2017 vóru umleið 15 elbilar í Føroyum, og hava hesir brúkt á leið 75.000 kWh ella bara 0,075 GWh.
Meira vitan um orkurenslið í Føroyum kunnu fáast við at venda sær til Meinhard Eliasen, Orkudeildin á Umhvørvisstovuni: meinharde@us.fo
Á heimasíðuni hjá IEA á https://www.iea.org/Sankey/ ber til at síggja orkuframleiðslu og orkunýtslu í øðrum pørtum av heiminum.
Í 2016 stavaðu heili 79,1% av nýtsluni í øllum heiminum frá olju, koli og gassi.