Til ber at fylgja við framleiðsluni á netinum, sí www.evishine.com/tonn og á fartelefonini við at downloada appina eviShine. Tá ið tú koyrir hana fyrstu ferð skalt tú skriva loyniorðið: “tonn”.
Niðanfyri sæst, hvussu framleiðslan var mánadagin 12. mars kl. 16:00
Her er ein skermmynd vald, sum til vinstru vísir, at sólorkuverkið í hesi løtu framleiðir 0,891 kW. Í miðjuni sæst, at framleiðslan higartil í ár hevur verið 401 kWh, býtt á 59 kWh í januar, 176 kWh í februar og 166 kWh higartil í mars. Høgrumegin sæst m.a. hvussu nógv verkið hevur framleitt síðani tað byrjaði í oktober 2017, og hvussu nógv CO2 er spart í mun til, um øll hendan framleiðslan var komin frá Sundsverkinum.