Kelda: sev.fo
Fyrsti ársfjórðingur 2018 hilnaðist sera væl bæði í vindmyllulundunum í Húsahaga og Neshaga.
Mylla 2 í Neshaga framleiddi 399,902 MWh í mars 2018, sum er nýtt met. Gamla metið er frá november 2017. Vindmyllulundin í Neshaga framleiddi tilsamans 1960,380 MWh í mars 2018, og tað eisini er nýtt met. Gamla metið er frá desember 2014.
Eisini í Húsahaga hevur úrtøkan úr vindorkuni verið framúr góð fyrsta ársfjórðing 2018. 98 prosent av vindorkuni vóru fingin til høldar fyrstu tríggjar mánaðirnar av hesum árinum, og tað er eisini met.
Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV, vísir á, at í Húsahaga er battarískipanin høvuðsorsøkin til, at so nógv elorka fæst burtur úr vindorkuni. Skipanin verður støðugt dagførd og ment saman við vindmylluframleiðaranum, ENERCON.
- Harumframt fáa okkara fólk alsamt fleiri royndir við vindi í elskipanini, sum í sínum uppruna er óstøðug orkukelda. Øll hesi viðurskifti tilsamans hava við sær, at vit eru sera væl nøgd við gongdina á vindorkuøkinum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri.
SEV framleiddi 51 prosent av elorkuni burtur úr vatni og vindi í 2017, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 49 prosent.