Verkætlanin byrjaði sum eitt veddimál um kostnaðin á 311 milliónir krónur: Liðugt til ásetta tíð ella ókeypis.
Tann 1. desember byrjar Tesla at royndarkoyra battarískipanina í australska landspartinum South Australia.
Landspartastjórnin gjørdi av, eftir svikaliga el-veiting og eitt stórt black-out í desember 2016, at gera íløgur fyri 2,4 milliardir í el-skipanir, ið skuldi tryggja javna veiting.
Elon Musk og Tesla gjørdu av, at bjóða upp á uppgávuna við einari risa battarískipan.
Battarískipanin, ið er staðsett norðan fyri Adelaide, er bundin í netið hjá einari franskari vindmyllulund. Tesla battaríið kann veta el til australsk húsarhald í ein tíma.
Eitt løgið veddimál
Battarískipanin kostar 311 mió kr, men í sambandi við útbjóðingaravtaluna, lovaði Elon Musk, at skipanin skuldi verða ókeypis um Tesla ikki megnaði at halda ásettu tíðina tann 1. desember 2017.
Hetta megnar Tesla og nú noyðist landspartastjórnin at gjalda tær 311 milliónir krónurnar.