Kelda: Umhvørvismálaráðið
Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
“Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Umhvørvisstovuna, sum fer at umsita stuðulsskipanina.