Kelda: us.fo
Soleiðis nýta vit avlopsorku frá vindmyllunum
Tá vindmyllurnar mala upp á tað harðasta, framleiða tær meira streym enn tað ber til at taka inn á netið í einum. Tann streymurin fer til spillis, um vit ikki hava mátar at goyma hann, ella brúka hann til annað enn SEV-kervið. Í løtuni eru tvær verkætlanir í gongd, sum útnytta hendan avlopsstreymin. Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar verkætlanunum. Tað norðurlandið, sum hevur formansskapin, hevur møguleika at stuðla størri 3 ára verkætlanum, og danski formansskapurin hevur valt at nýta ein part av hesari játtan til føroysku orkuverkætlanina.
Her er ein filmur um, hvussu avlopsorkan frá vindi skal nýtast til at reka ein grønan alibát og til at gera sjóhita í Leirvík.