Kelda: in.fo
Í stuttum gongur uppskotið út uppá at leigja tíðarskeiðið, har meirivirðisgjaldið verður endurgoldið upp til 70.000 krónur.
Við uppskotinum verður afturberingin av meirvirðisgjaldi eftir løgtingslóg um meirvirðisgjald longd, men í broyttum líki. Afturberingin verður frá 2025 stigvíst lækkað við 25% árliga fyri el- og vetnisakfør, eins og afturberingin frá sama ári at rokna verður avmarkað til el- og vetnisakfør í samsvari við samtykta veðurlagspolitikkin.
– Uppskotið er at síggja sum eitt av tveimum uppskotum, sbr. uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum leggja upp til eina stigvísa lækking av stuðlinum, sum verður veittur í sambandi við keyp av orkuvinarligum akførum, skrivar landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið.
Í samtykta veðurlagspolitikkinum verður mælt til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum. Sum heild verður støði tikið í teimum tilmælum og málum, sum veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change, IPCC, hevur sett fyri at skerja samlaða heimsútlátið av vakstrarhúsgassi við 45 prosentum í 2030. IPCC mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka. Skotbráið er lutfalsliga stutt og fyri at røkka hesum, er neyðugt við greiðum átøkum beinanvegin.
Tað er við hesum tilmælum í huga, at ætlanin at leingja afturberingarskipanina skal lesast. Verandi ásetingar um endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum (el-, vetnis- og plug-in hybridakførum) eru tíðaravmarkaðar til 31. desember 2022 fyri endurrindan av í mesta lagi kr. 70.000 og 31. desember 2024 fyri endurrindan av í mesta lagi kr. 35.000.
Skipanin við endurrindan av meirvirðisgjaldi hevur nøkur ár á baki, men enn verður mett neyðugt at stuðla fólki fíggjarliga, soleiðis at valið lættari fellur á eina orkuvinarliga loysn. Galdandi áseting um meirvirðisgjaldsafturbering fevnir um el-, vetnis- og plug-in hybridakfør. Við uppskotinum verður ásetingin um afturbering av meirvirðisgjaldi avmarkað til el- og vetnisakfør at rokna frá 1. januar 2025 eins og afturberingin verður stigvíst lækkað fyri el og vetnisakfør við 25% um árið til hon í 2028 er burtur.
1.2. Galdandi lóggáva Sambært galdandi lóggávu kann tann, sum keypir motorakfar, sum bert nýtir el ella brint til framdrátt, fáa meirvirðisgjaldið heilt ella partvíst endurrindað. Umframt áðurnevndu akfør er skipanin við endurrindan av meirvirðisgjaldi eisini galdandi fyri sonevnd plug-in hybridakfør, t.v.s. akfør, sum bæði hava ein elmotor og ein brennimotor. Motorarnir kunnu arbeiða saman ella hvør sær. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið skal motorakfarið vera skrásett í seinasta lagi 31. desember 2024.
– Við uppskotinum verður skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum broytt til einans at galda fyri el og vetnisakfør at rokna frá 1. januar 2025. Harnæst verður afturberingin fyri el- og vetnisakfør stigvíst lækkað við 25% um árið frá 2025 til 2027.