Kelda: energiwatch.dk
Samstundis sum OPEC berjist fyri at halda oljuprísinum uppi, er vinnan í stórari rembing. Alsamt fleiri venda sær frá oljuni og móti grønari orku. Olja og gass hava framvegis ein týðandi leiklut, men livitíðin er við at styttast. Vit eru enn noydd at brúka olju og gass til flutning, tí tað enn ikki eru nøktandi alternativ. Men tá prísurin á vindorku, og sólorku og battaríum er alsamt fallandi, meta serfrøðingar, at grønu orkukeldurnar verða fult kappingarførar á leið 2025
Les alla greinina her