4. desember 2018
Viðmerkingar til góðkenning av elprísunum fyri 2019
Niðanfyri verður í stuttum greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri at góðkenna hækkanina av elprísunum í 2019 við 10 oyrum /kWt (12,50 oyrum/kWt við MVG).
Kelda: Umhvørvisstovan
Tvær høvuðsorsøkir eru til góðkenningina av hækkingini:
- Oljuútreiðslurnar hjá SEV væntast at verða 65 mió kr. hægri í 2019 enn tær vóru í 2016 (tá ið oljuprísurin var uppá sítt lægsta), sí talvu niðanfyri.
- Vindmyllulundirnar eru seinkaðar, og ger hetta at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn áður mett.
Fílan inniheldur talvur og tí er hon goymd sum pdf-fíla
Heinta greiningina sum pdf-fílu her