13. februar 2019

Vindurin skal snara okkum inn á beint - 2. partur

Steinøldin endaði ikki, tí grótið var uppi, men tí bronsa var betri tilfar. Í dag trýtur hvørki á koli, olju ella gassi – tó er tíðin aftur komin til eitt kollveltandi orkuskifti. Hesuferð er tíðin tó knøpp.

Kelda: Rólant Dam

LES HESA GREINARØÐ, tí hon greiðir tær frá, hvat orkuskiftið snýr seg um í føroyskum og í altjóða høpi.  Vit royna her at svara tær, hvørjar broytingar eru framdar í Føroyum, hvar Føroyar eru staddar á grønu leiðini og hvat Føroyar fara undir í næstum. Her fært tú eisini svar uppá, hví vit í Føroyum eru farin undir eina grøna kollvelting og, hvat hetta hevur at siga fyri tín gerandisdag og samfelag okkara komandi árini.

 

FØROYAR OG GRØN ORKA 

Hvussu í Føroyum? 

Í Føroyum stendur greitt, hvat tað er, sum skal fremjast og nær: eitt grundleggjandi orkuskifti er fyrireikað og fer longu fram í øllum samfelagnum. Hóast samlaða útlátið vaks í 2018 bæði í Føroyum og í heiminum, eru vit í Føroyum longu byrjað at snara. Talan er her um eina kollvelting, sum byrjar heilt niðri í maskinrúmunum, hvar eitt nú sólorka, vatnorka, jarðhiti og serliga vindorka verða sett í staðin fyri kol, olju og gass. Men orkuskiftið gongur eisini fyri seg heima við hús, har umhvørvis-og orkuatlit verða tikin, tá ið hús verða bygd og bjálvaði.  

Eins og í grannalondum okkara skal meginparturin av føroyska samfelagnum elektrifiserast. Bæði bilaferðsla, orkuframleiðsla, húsarhald og at enda eisini fiskiflotin skal umleggjast.  

Hendan elektrifiseringin samsvarar við seinasta tilmælið frá ES-kommissjónini, ið mælir til eina umfevnandi elektrifisering. Í Føroyum er hendan kollveltingin fyrireikað, og vit hava eisini sett væl og virðiliga hol á hana. Tað er tó serliga komandi árini, at grøna kollveltingin fer at skifta gervi og taka dik á seg. 

 

Kunning krevst 

Hetta skifti fevnir um so nógv øki og um so nógv fólk, at meiri almen kunning krevst.  

Her er aftur ein grund til at venda stutt aftur til Titanic: til tess at venda skipinum noyðist hvør maður at leggja alla orku í sítt arbeiði. Sjálvsagt hevur manningin ikki góðar stundir at seta seg niður at greiða ferðafólkunum frá sínum arbeiðsleisti. Tí ein støðufráboðan snarar ongum skipi, tá tíðin er so mikið knøpp. Miðlingin og kunningin er sostatt løgd upp í hendurnar á søgufrøðingum og Hollywoodleikstjórum, sum síðani hava gjørt sær ómak fyri at leypa aftur og fram millum brúnna, dekkini, maskinrúmið og kømrini fyri at fylgja gongdini út í æsir frá øllum hugsandi postum. 

Í dag krevur støðan tó, at vit gera tað øðrvísi. Tí uppgáva okkara er soleiðis háttað, at skútan kann ikki snarast uttan so, at øll lyfta í felag: bæði politikarar, vinna, ídnaður, serfrøðingar og einstakir heimsborgarar mugu lyfta sín part. Uppgávan hjá politikarum er til dømis at syrgja fyri góðum lógar- og fíggjarkørmum at virka undir (eitt nú differentieraður el-prísur), serfrøðingarnir siga okkum, hvørja loysnir rigga best, meðan ídnaðurin, vinnan og einstaki borgarin fremur kollveltingina í verki. Hetta er galdandi bæði í heimshøpi og í Føroyum.  

Um vit øll skulu lyfta í felag, mugu vit tó øll vera greið yvir nær og hvussu, vit skulu lyfta. Harumframt má tað standa øllum greitt, hví vit lyfta. Tað merkir, at eisini miðling má til: borgarin og aðrir aktørar mugu kunnast um, hvat gongur fyri seg í maskinrúminum og javnan minnast á, hví tað gongur fyri seg. Ikki tí føroyingar eru gloymskir, men tí einhvør kunning hevur tað fyri at drukna í nútímans tíðindastreymi. 

Orkuskifti og umhvørvi eru tó mál, sum ikki mugu drukna millum onnur mál. Tí hetta er yvirhøvur týdningarmiklasta dagsskrá í dag og næstu mongu árini. Fyrst og fremst tí hetta er lykilin til at venda hættisligu gongdini, men eisini tí skiftið fer at hava beinleiðis ávirkan á hvønn einasta borgara – hvør einasti borgari má lyfta uppgávuna. 

Men hvussu gera vit tað? Tað er alt frá at kunna seg um lógirnar og tilmælini, velja røttu hitaskipanir til húsini og hugsa um, hvussu nógva orku vit brúka og nær vit velja at brúka hana.  
 

Náttúran tekur ikki atlit til landamørk 

Tað er ein sannroynd, at tað, sum eitt nú stórveldið Kina ger, hevur nógv at siga fyri okkum í Føroyum, meðan tað, sum vit gera í Føroyum, munar lítið fyri Kina. Byrja vit at samanbera okkum, hvørva vit sum ein dropi í sjónum. 
 
“Hvussu vit bjálva okkara hús, hvønn bil vit keypa, hvørjar orkuloysnir vit velja til húsini, hvussu nógv kjøt vit eta og hvussu nógvar flogferðir vit keypa” 

Beint her liggur tó ein vanlig, men rong niðurstøða: at tað einki munar, hvat vit gera í Føroyum.   

Tvørturímóti hava hugburður og gerðir okkara alt at siga. Tí hetta er ein uppgáva, vit bara kunnu lyfta í felag. Tað vil siga, at tað heilt niður í smálutir hevur nógv at siga, hvussu vit bera okkum at: hvussu vit bjálva okkara hús, hvønn bil vit keypa, hvørjar orkuloysnir vit velja til húsini, hvussu nógv kjøt vit eta og hvussu nógvar flogferðir vit keypa. Alt hetta telur við í stóru uppgerðini.  

Tí náttúran tekur ikki atlit til landamørk. Og sum stjórin í Dansk Energi, Lars Aagaard, gjørdi vart við í fjør, eru náttúran og veðurlagið eisini púra litblind: tey kenna hvørki mun á politiskum liti, húðaliti ella búskaparligum áhugamálum. Tey kenna bara til handling.  

 

Orkuskifti er win-win 

Tíbetur eru eisini stórir búskaparligir fyrimunir við einum orkuskifti. Tað loysir seg at skifta orkuveg, bæði hjá landinum, vinnuni og einstaka húskinum. Til dømis kann tað spara hvørjum einstaka húski nógvar pengar at leggja um til hitapumpu, samstundis sum oljunýtslan minkar niður í ein fimtapart og – sum frá líður – niður í einki. Hetta eru átøk, sum muna bæði fyri húsharhald og umhvørvi. At sleppa av við oljuna og gagnnýta føroysku orkuna (vindorku, vatnorku og jarðhita til dømis) sparir eisini samfelagnum nógvan pening og økir samstundis um virksemið í samfelagnum 

 

Misfatanir trívast 

Orka á Umhvørvisstovuni er ráðgevandi myndugleiki í orkumálum. Tað vil siga, at allir borgarar í Føroyum kunnu leita sær vegleiðing frá orkudeildini. Tað verður seg alt frá hitaloysnum til bjálving av húsum. 

Tað eru tó ikki allir borgarar, sum vita av hesum, tí vegleiðing framvegis er nakað, sum borgarar sjálvir skulu leita sær. Av tí sama sleppa misfatanir stundum at trívast, sum ikki hava støði í hollu vitanini á økinum. Og tað er óheppið –  borgarin má vita, hvat er upp, og hvat er niður. 

Eitt dømi um slíka misfatan er tað sjónarmiðið, sum stundum verður ført fram, at eitt skifti frá oljufýri til eitt nú hitapumpu bara merkir, at vit flyta okkum frá reinari dieselolju í oljufýrunum til kolasvarta tungolju inni á Sundsverkinum, tí ein partur av streyminum til hitapumpurnar framvegis er framleiddur við tungolju. Hetta er tó ikki rættvísandi í umhvørvishøpi, tí CO2-útlatið er neyvt tað sama fyri diesel sum fyri tungolju. Og við einari grønari loysn, eitt nú jarðhita, brúka vit heilt niður í ein fimtapart av tí oljuni, vit annars høvdu brúkt við einum oljufýri. Føroyski borgarin sparir sostatt nógvar pengar og minkar munandi um CO2-útlátið, tá ið skift verður frá oljufýri til grøna loysn. 

Somuleiðis er tað eisini rang fatan, at tað gongur skeiva vegin í Føroyum. Tað er tíverri rætt, at nýtslan eins og í grannalondum okkara hækkaði í Føroyum í 2018. Tølini merkja tó ikki, at vit eru á skeivari leið ella ganga hond í lumma. 

 

Svarið er í vindinum 

Í Føroyum hava vit fingið vissu fyri, at serliga vindurin er vegurin fram. Ikki minst tí hetta bæði er bíligasta loysnin og hóskar sera væl til føroysk viðurskifti og veðurlag. Vit hava yvirhøvur góðar fortreytir fyri at vinna orku úr egnum grundarlagi og at goyma avlopsorkuna uppi í fjøllunum. Í Føroyum eru myllurnar sostatt farnar undir at snara okkum av vandakósini, fyritøkur byrja at taka umhvørvisvinaligari avgerðir og hvør einstaki borgari gerst alsamt meir varugur við, at hann spælir ein avgerandi leiklut.