8. februar 2017

Vit røkka ikki umhvørvismálinum

Útlitini eru vánalig fyri, at Føroyar røkka teimum málum, sum vórðu sett í 2009, um at skerja vakstrarhúsútlátið við 20 prosentum innan 2020

Kelda: Kvf.fo
Nú trý ár eru til 2020 hava vit einans skorið útlátið við trimum prosentum. Landsstýrið ger einki, heldur Umhvørvisstovan. Hoyr innslag í útvarpstíðindum 8. feb 2017 her
.
Men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg ætlar ikki at leggja avgjøld á tungolju og aðrar dálkandi orkukeldur. Nú snýr tað seg um at fáa fólk at leggja um til el, og tí skal ravmagn ikki dýrka óneyðuga nógv, sigur hon m.a. í sendingini Radarin her