Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.
Hjúnini Ann-Mari og Arnfinn høvdu ein trupulleika, sum nógv fólk í Føroyum ivaleyst kenna aftur. Húsini vóru bygd í 1982 og bæði ketil og oljutangi vóru javngomul við húsini. Arnfinn fór at kanna møguleikarnar, og tá hann hevði slept ætlanunum um at keypa nýggjan oljutanga og ketil, fór hann undir at kanna hitapumpur.
- Eg sá skjótt, at eg vildi ikki hava luft-til-vatn. At hava ein útipart, sum fór av føroyska veðrinum, var ikki ein góð loysn, sigur Arnfinn.
Valið fall á eina CTC jarðhitaloysn frá Mariu Poulsen. Arnfinn Hattarstein bað um tilboð frá trimum veitarum og hann heldur, at hann fekk góð tilboð frá øllum trimum. Men tað sum gjørdi munin fyri hjúnini Hattarstein var, at CTC vísir beinleiðis til radiatorar, meðan hinir veitararnir vísa til gólvhita.
- Vit hava nógvar radiatorar og eg vildi hava at vita, at tað riggaði, sum tað skuldi við radiatorum. Heimasíðuna og kunningina frá CTC dámdi mær sera væl, sigur Arnfinn Hattarstein.
Arnfinn Hattarstein leggur afturat, at tey hava eisini verið sera væl nøgd við skipanina hjá CTC aftaná avgerðina. Hon er frekvensstýrd og er sera einføld at brúka, greiður hann frá.
Gjørdi nógv sjálvur
Arnfinn Hattarstein er maskinmaður og gongur høgt uppí at halda húsini í góðum standi. So fyri hann var tað sjálvsagt, at hann var uppi í arbeiðnum at skifta hitaskipan. Í samstarvi við Mariu Poulsen skipaði hann arbeiðið, soleiðis at montørarnir hjá Mariu Poulsen brúktu orkuna uppá at seta skipanina til.
Hann gjørdi klárt at taka ketilin burtur, fekk fatur á einum elektrikara og gróv veitina til rørini frá holinum inn til hitapumpuna.
- Tað gjørdi loysnina eitt sindur bíligari, enn hon annars hevði verið, sigur Arnfinn Hattarstein.
Heitt, gott og bíligari
Hjúnini Hattarstein hava ikki eina løtu angrað avgerðina at skifta til jarðhita. Húsini eru heit og fjálg, tað er ríkiligt av heitum brúksvatni til, og so gjørdist fíggjarliga sparingin til upphiting enn betri enn væntað.
Húsini eru miðal isoleraði, greiður Arnfinn Hattarstein frá, so hann hevði ikki væntað at sparingin fór at vera so øgiliga góð. Havandi í huga tann lága oljuprísin, so vóru vónirnar ikki av teimum allarbestu til eina stóra sparing.
- Tá vit tóku avgerðina um at skifta, var oljuprísurin umleið 7 krónur, og við tí stóðu vit til at spara 900 krónur um mánaðin. Men so fall oljuprísurin, og tá væntaðu vit eina minni sparing. Men vit spara meira enn 1000 krónur um mánaðin, sigur Arnfinn Hattarstein.
Tað er upp til kundan, men...
Tá Maria Poulsen selur eina hitapumpuskipan til ein kunda er tað upp til kundan, um hann vil gera ein part av arbeiðnum sjálvur og á tann fáa loysnina eitt sindur bíligari.
- Men vit seta altíð sjálvir hitapumpuna til og vit tryggja okkum altíð, at tað er ein góðkendur elektrikari, sum setur streymin til, sigur Kjartan á Dul, sølustjóri á Mariu Poulsen.
Kjartan á Dul vísir á, at sentralhitaskipanin í einum húsum hevur avgerandi týdning fyri fólk og tískil leggja tey sera stóran dent á, at í fyrra lagi at hitapumpuskipanin verður júst tann rætta fyri kundan og í øðrum lagi, at skipanin verður sett rætt til og verður brúkt rætt.
- Tí ein hitaskipan skal bara rigga. Um tað er kalt inni, so eru fólk ikki blíð, sigur Kjartan á Dul.
Tí fer Kjartan á Dul altíð á vitjan hjá einum nýggjum kunda, kannar orkunýtsluna í húsinum og tosar við kundan um tørvin. Og so veitir Maria Poulsen eisini eina døgntænastu til hitapumpurnar, sum felagið selir.
Jarðhitaskipanir eru gjørdar ov innviklaðar
Kjartan á Dul heldur, at tey sum selja hitapumpur, hava gjørt tað heila for innviklað.
- Nógv fólk halda, at man skal hava gólvhita fyri at fáa sær jarðhita. Men tað er ikki rætt , slær Kjartan á Dul fast.
Jarðhitaskipanin verður eitt sindur bíligari í rakstri við gólvhita, tí við gólvhita kann heita vatnið, sum rennur fram verða eitt sindur kaldari, enn um tað eru radiatorar í húsunum. Kjartan á Dul vísir á, at jarðhitaskipanin riggar sera væl við radiatorum eisini, hóast vatnið skal vera eitt sindur heitari.
Tað merkisverda við misskiljingini við gólvhita og jarðhita er, sambært Kjartan á Dul, at serliga eldri hús kunnu fáa nógv gagn av eini jarðhitaskipan heldur enn oljufýring. Og tað hevur mest við bjálving at gera heldur enn um hiti er í gólvunum.
- Øll kunnu fáa sær jarðhita, sigur Kjartan á Dul.
Errin av at selja CTC
Hjá Mariu Poulsen eru tey errin av at selja svenska merkið CTC. Tey hava havt umboð fyri CTC í 60 ár og tað ger, at tey kunnu standa 100% inni fyri kvalitetinum, sum CTC letur úr hondum.
- Hitapumpurnar hjá CTC hava verið millum tær bestu tríggjar bestu í Svøriki í fleiri ár, sigur Kjartan á Dul.
So hann skilur væl, at Arnfinn Hattarstein og konan er væl nøgd við CTC hitapumpuna hjá sær.