20. mars 2017

Almennur fyrilestur: ”Wind power application – views on history, status and future challenges”.

Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, sigur soleiðis um fyrilesturin: “Í dag er vindorka ein týðandi partur av orkuveitingini í mongum londum, teirra millum Føroyum..."

"Fyrilesturin miðar eftir at lýsa søguna hjá hesari tøknifrøðini, hvussu tað hevur gingið upp og niður við henni í ljósinum av samfelagsmenningini, og hvør støðan er í dag, tá ið tað kemur til nýtslu av vindorku. Við hesum útgangsstøði verður lýst tað, sum liggur aftanfyri spurningarnar, sum dríva aktuellu granskingina á økinum”. 

Fyrilesturin verður mikudagin tann 22. mars kl. 15 í Ovastovu í Nóatúni, Tórshavn. Hann verður hildin á enskum. 

Les meira um fyrilesturin her