25. mars 2019

Bíligari streymur til elbil og hitapumpu

Nú verður møguligt hjá hitapumpueigarum og elbilaeigarum at fáa bíligari streym til hitapumpuna og elbilin.

Kelda: sev.fo

Serligi elprísurin til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar er 1,39 kr. pr. kWt íroknað mvg.

Endamálið við bíligari elprísum til hitapumpur og heimaløðing av elbilum er at skunda undir skiftið frá oljuriknum hitaskipanum til meira burðardyggar hitaskipanir, og skiftið frá olju- og bensinriknum bilum til elbilar.

"SEV arbeiðir støðugt fyri at skunda undir orkuskiftið til burðardyggari loysnir fyri brúkaran. Bíligari elprísir til hitapumpur og heimaløðing av elbilum eru ein liður í hesum.

Samstundis er tað okkara ábyrgd at virka fyri skinsomum loysnum til vaksandi orkutørvin í samfelagnum.

Við at eggja fólki til at løða elbilarnar heima heldur enn alment, ber til at býta orkunýtsluna meira javnt út á samdøgrið, og gagnnýta verandi framleiðsluføri á fullgóðan hátt", sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.